fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

 19.04.2017 (15:29)

Fyribilsstarv sum cateringfólk

Eitt tíðaravmarkað starv  sum catering fólk er leyst at søkja til Strandfaraskip Landsins. Starvstíðin er frá 1. mai 2017 og eitt ár fram. 

Viðkomandi skal byrja umborð á Smyrli, men kann til eina og hvørja tíð verða fluttur umborð á onnur skip, sum fyriskipað av leiðsluni.

Arbeiðs- og vaktarskipanin verður fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein verður settur umborð á.

 

Starvið sum cateringsfólk

Starvið fevnir um alt frá vanligum kafeteria- og kioskarbeiði til uppreiðing, reingerð o.a.

 

Førleikakrøv

• Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð

• Galdandi heilsuváttan

• Hollur málkunnleiki til føroyskt, danskt og enskt

 

Annars vænta vit, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og er fyrikomandi, smílandi og røkin.

 

Royndir við ferðmannaskipi er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

 

Setanartreytir

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið verður lønt við lønarbrøkinum 0,667 í 1. lønarflokki, í lønartalvuni fyri sjófólk.   

Byrjunarlønin er 17.325,20 og endalønin er 19.282,26.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av møguligum ummælum skulu sendast til :

 

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5

Post boks 30

Fo-810 Tvøroyri

 

ella við at senda ein teldupost til eyj(at)ssl.fo

og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 4.mai. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rógva Kærbech, manningarsamskipara, tlf. 293044 ella við at senda honum ein teldupost til rok(at)ssl.fo

 

Um Strandfaraskip Landsins

 

Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL eru á fíggjarlógini við eini rakstrarjáttan í 2016 á netto 149 mió. Samlaðu inntøkurnar vóru 67 mió.kr, og útreiðslurnar 216 mió. Fyritøkan umsitur 28 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 6 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í  2016 var  1.172.000:  536 túsund við bussunum og  636 túsund við ferjunum. Talið av flutningsanleggum er 40 bussar, 7 ferjur og farmaflutningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 160 í tali, svarandi til 120 ársverk. 

 

hava deilt hesa grein.