fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

 23.04.2018 (14:54)

Fysioterapeutar til deildina fyri Endurvenjing í Eysturoy

Deildin fyri Endurvenjing í Viðskiftadeplinum søkir eftir virkisfúsum fysioterapeutum til tvey barnsburðarfarloyvisstørv í toyminum í Runavík. Talan er um tvey størv á 40 tímar um vikuna, við møguleika fyri niðursettari tíð. Størvini verða sett 15. mai 2018, ella eftir nærri avtalu.

 

Deildin fyri Endurvenjing

Deildin fyri Endurvenjing er ein deild í Viðskiftadeplinum í Almannaverkinum, ið veitir endurvenjing, eftir §29 í Forsorgarlógini. Við støði í tvørfakligari hugsan, veitir deildin borgarum endurvenjing í eitt avmarkað og frammanundan avtalað tíðarskeið.

 

Á deildini starvast 10 starvsfólk, harav 2 fysioterapeutar og 2 ergoterapeutar eru í Runavík, meðan 3 fysioterapeutar og 2 ergoterapeutar og 1 leiðari eru í Tórshavn.

 

Málið er at veita endurvenjing til borgarar í arbeiðsførum aldri, har tað við miðvísari venjing ber til at røkka heilt ella partvís sama førleika sum frammanundan. Høvuðsmálið við endurvenjingini er, at borgarin fær eitt sjálvstøðugt og virkið arbeiðs- og heimalív. Arbeitt verður eftir málum og virkisætlanum, sum verða orðað í samstarvi við borgaran.

 

Harafturat kemur deildin fyri Endurvenjing eisini at veita avmarkaðar tænastur til borgarar og starvsfólk á sambýlum hjá Trivnaðardeplinum í Tórshavn, Eysturoy og Klaksvík. Talan er um eitt nýtt arbeiðsøki, undir uppbyggjan, sum kemur at fevna um fólk við fjølbreki ella seinheilaskaða. Málið er at finna loysnir, sum bøta um mistu førleikarnar og veita viðlíkahaldandi venjing.

 

Arbeiðsuppgávur

Terapeutiska arbeiðið á deildini, tekur støði í tvørfakligum hugsunarhátti, har fysioterapeuturin arbeiðir við ymiskum háttaløgum, í mun til, hvat endamálið við fysioterapiini er.

 

Uppgávurnar hjá fysioterapeutinum kunnu t.d. vera:

 

  • at viðgera umsóknir um endurvenjing
  • at veita kropsliga venjing:
  • økja kropskensluna, rørsluna, styrkina og stabilitetin, betra um úthaldni og javnvágina
  • at venja flytføri:
  • betra gonguførleika og flytføri annars, tillagingar, sum t.d. hjálpartól
  • at gera metingar av førleikum í mun til tænastur, venjingar og fyriskipanir
  • vegleiða starvsfólkum og avvarðandi í at vera um borgaran
  • at veita vegleiðing í mun til venjing, tillagingar og hjálpartól í Trivnaðardeplunum
  • at loysa fyrisitingarligar uppgávur

 

Førleikar

Útbúgving sum løggildur fysioterapeutur.

 

Væntanir

Ynskiligt er, at tú ert fakliga væl fyri og hevur viðkomandi starvsroyndir. Eisini vænta vit, at tú ert tænastusinnað/ur og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin. Tær dámar væl beinleiðis samband við borgara og avvarðandi, soleiðis, at tú arbeiðir við støði í møguleikum heldur enn forðingum, samstundis, sum tú hevur hug og evni at samstarva við ymiskar fakbólkar. Tú mást trívast í einum ferðmiklum gerandisdegi, og tá arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, er tað ein treyt, at tú hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta, at tú dugir at orða teg í skrift og talu. Neyðugt er at hava koyrikort til bil.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum, og starvsstaðið er í Runavík. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Tá tænasturnar fevna um alt landið, má roknast við koyring.

Lønar- og setanarviðurskiftini eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelagið.

  

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, autorisation, CV, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Starv í Viðskiftadeplinum, fysioterapeutur”

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi  07.05.2018 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Guðrið Jacobsen, deildarleiðara ella Anders Pedersen, ergoterapeut, á telefon 360000.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.