Leita á in.fo

 01.08.2018 (07:42)

Ger ein mun fyri føroyingar í Danmark

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark leitar eftir einum sosialráðgeva til eitt starv, sett til 30 tímar um vikuna, ið verður sett 1. oktober 2018 ella eftir nærri avtalu.

 

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark er ein sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at veita føroyingum í Danmark ráðgeving og vegleiðing í sosialum, persónligum og útbúgvingarligum viðurskiftum.

 

Vit bjóða eitt fjølbroytt, avbjóðandi og spennandi arbeiðsumhvørvi. Okkara visjón er at bjóða eina samanhangandi sosiala heildarráðgeving við útgangsstøði í tørvinum hjá tí einstaka. Okkara fremsta virksemi er ráðgeving, vegleiðing, kunning, fyribyrging, heilsufremjan, rehabilitering og menning.

 

Tú verður partur av einum ágrýtnum og yrkisførligum arbeiðsplássi í einum toymi av tveimum sosialráðgevum í hugnaligum arbeiðsumhvørvi.

 

Starvsøki

Tú kemur inn í eitt breitt arbeiðsøki við ymsum uppgávum, so sum, at:

Ráðgeva og vegleiða innan social trupuleikaviðurskiftum

Kunna um føroyska og danska lóggávu, harímillum skattaviðurskifti

Ráðgeva og vegleiða føroyingum undir útbúgving, og føroyingum, sum eru búsettir í Danmark

Ráðgeva og vegleiða um flyting millum Danmark og Føroyar

Ráðgeva og vegleiða føroyskum sjúklingum og avvarðandi, sum eru undir viðgerð í Danmark

Samskipa og raðfesta uppgávur, umframt at vísa fólki til viðkomandi stovnar og serfrøðingar 

Leggja fram kunning fyri almennum, politiskum stovnum og áhuga- og yrkisfeløgum

Taka tær av fyrisitingarligum uppgávum og tryggja góðskuna og trygdina av upplýsingunum

Verða við í miðlingini av kunningini á okkara heimasíðu og øðrum netmiðlum

 

Vit vænta, at tú:

Ert útbúgvin sosialráðgevi og hevur viðkomandi starvsroyndir

Hevur førleika at veita heildarráðgeving

Dugir at arbeiða tvørfakliga og hevur góð samstarvsevnir

Ert køn/ur at samskifta á bæði donskum og føroyskum í skrift og talu

Ikki smæðist burtur at leggja fram kunning.

Hevur førleikar innan digitalt samskifti

Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst, men eisini eftir skiftandi uppgávum 

 

Setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála við Dansk Socialrådgiverforening.

Sí meira um Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark á www.radgevingin.dk

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Randi Johannesen, sosialráðgeva við telduposti til randi(at)radgevingin.dk og frá 13. august 2018 á tlf. +45 33 23 99 80/+45 33 23 9242.

Samrøður verða 22., 23. og 24 august 2018.

 

Umsóknarfreist

Umsókn við CV, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 19. august 2018

 

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark 

Att. Nevndin

Vesterbrogade 17 A

1620 København V

 

ella við teludposti til: randi(at)radgevingin.dk 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.