fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 5.3m/s

Leita á in.fo

 06.02.2018 (08:59)

Giljagarður í Leirvík søkir eftir røktarstarvsfólki, sjúkrarøktarfrøðingi og køkshjálp

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag ja, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

 

Vit leggja dent á hesi virði: at vísa álit, at fremja gleði í gerandisdegnum og at veita fakliga umsorgan. Sí meira um okkum á www.eystur.fo 

 

Hesi størv eru leys at søkja:

Røktarstarvsfólk í fast starv frá 1. apríl 2018, fulla ella niðursetta tíð, at arbeiða í skiftandi vaktum.

 

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum heilsurøktari, heilsuhjálpari ella aðra viðkomandi útbúgving 
  • Førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum stuðul og hjálp at megna sín gerandisdag

 

 

Sjúkrarøktarfrøðingur í farloyvisstarv frá 1. apríl 2018 til 31. apríl 2019, 32 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

 

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari 
  • Førleika til at taka ábyrgd av sjúkrarøktini á stovninum

 

 

Køkshjálp frá 1. mai 2018, 17 tímar um vikuna (3 – 4 tímar dagliga)

 

Førleikakrøv

  • At tú sýnir góð samstarvsevni og jaligan hugburð
  • At tú sært týdningin í reinføri

 

Starvsetan og løn
Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Mirjam á Lakjuni, deildarleiðara, á tlf. 730282

 

Umsóknir
Umsóknir – við prógvum, CV og øðrum – skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. feb 2018 kl 12:00. Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Oyran 2 - 530 Norðragøta, ella á teldupost:
nand(at)eystur.fo 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.