Leita á in.fo

 11.09.2018 (10:50)

Gjaldstovan søkir eftir fólki til Lønarstovuna

Uppgávurnar á Lønarstovuni eru at:

- Vegleiða og undirvísa um lønaravgreiðslur, og hvussu skipanirnar verða brúktar

- Avgreiða lønir

- Avgreiða vaktir umvegis vaktætlanarskipanina

- Avgreiða setanir og lønir í fólkaskúlanum

- Seta upp sáttmálar og lønir í almennu lønarskipanini

- Samskipa lønaravgreiðslur, serliga við aðrar lønarskrivstovur og roknskaparhaldið á Gjaldstovuni

- Samskifta við stovnar, løntakarar, fakfeløg, eftirlønargrunnar, TAKS og onnur

- Hava eftirlit við skrásetingum og at tryggja, at tær eru so neyvar, at lønarhagtøl eru

røtt og kunnu vera grundarlag at stýra eftir.

 

Starvsinnihald

Í fyrstu atløgu verða tínar uppgávur at avgreiða lønir og avgreiða vaktir umvegis vaktæt­lanarskipanina.

Uppgávurnar eru sjálvandi treytaðar av, hvørjar royndir tú hevur, og verða sum frá líður meiri umfatandi.

 

Førleikar

Tað skal fella tær lætt at brúka KT og at seta teg inn í nýggjar loysnir og skipanir. Tað er fyrimunur, hevur tú skrivstovuútbúgving ella líknandi og hevur royndir at umsita lønir.

Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú ert álítandi, røkin og hevur góð samstarvsevni. Tað er umráðandi, at tú arbeiðir nágreiniliga og skipað.

 

Setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmálanum millum Fígg­jarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Tað verður flokkað samsvarandi viðkomandi royn­dum og útbúgving.

 

Umsókn

Umsóknin við viðkomandi skjølum skal verða send til starv(at)gjaldstovan.fo ella í brævi til Gjaldstovuna, Kvíggjartún 1, Boks 2009, 165 Argir.

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Guðny Simonsen, leiðara á Lønarst­ovuni, á telefon á 35 24 10 ella 21 49 65.

 

Umsóknarfreistin er 24. september 2018 kl. 10.00.

 

Um Gjaldstovuna

Gjaldstovan hevur síðani hon varð stovnað í 1939 verið kjarnin í allari almennari búskaparstýring í Føroyum. Stovnar landsins eru knýttir í miðsavnaða kervið hjá Gjaldstovuni, sum umsitur roknskap, løn og KT fyri landið. Verkætlanin at talgilda Føroyar er eisini staðsett á Gjaldstovuni.

KT stuðlar undir alt arbeiðið á Gjaldstovuni, og vit eru ein stovnur i støðugari menning. KT stuðlar undir ymsu lønartilgong­dirnar, t.d. setan og lønarbroyt­ingar og eisini undir strategiska kunning til stovnsleiðslurnar.

Eitt av aðalmálunum hjá Gjald­stovuni er at skrásett verður eina ferð, og at alt samskifti um lønarvgreiðslu er talgilt.

Vit eru áleið 60 starvsfólk, og vit húsast í Albert Hall á Argjum. Vit hava góða kantinu, har døgurði kann keypast dagliga. Vit leg-gja dent á, at starvsfólk trívast og mennast. Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum starvsfólk­atiltøkum.

Tú fert at starvast í einum fram­fýsnum umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvs­feløgum.

 

Les meira á www.gjaldstovan.fo  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.