fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.2m/s

Leita á in.fo

 03.07.2017 (10:01)

GLASIR: STJÓRI FYRI GYMNASIALT MIÐNÁM

Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við 250 starvsfólkum og yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi. Gymnasialt miðnám er størsta virkisøkið á Glasi, og nú lýsa vit eftir útbúgvingarstjóra, sum fær ábyrgdina av gymnasialu útbúgvingunum.

 

UM STARVIÐ

Sum útbúgvingarstjóri á Føroya størsta útbúgvingarstovni, hevur tú makaleysa ávirkan á menningina av okkara ungdómi og samfelagi.

 

Høvuðsuppgávan á gymnasialum miðnámi er at almenna og lestrarfyrireika næmingarnar. Gymnasialt miðnám á Glasi fevnir í løtuni um búskapar-, fyrireikingar-, hug- og náttúrubreytina.

 

Útbúgvingarstjórin hevur ábyrgdina av rakstrinum og menningini av gymnasialu útbúgvingunum. Útbúgvingarstjórin hevur eisini ábyrgdina av næmingunum, sum ganga á hesum breytum. Útbúgvingarstjórin fylgir gongdini hjá næmingunum og setur inn, tá tørvur er á tí.

 

Vit ynskja, at næmingarnir uppliva Glasir sum eitt framúr læringsumhvørvi, har teir hava bestu fortreytir at mennast persónliga og fakliga. Útbúgvingarstjórin skal tí áhaldandi menna Glasir sum útbúgvingarstovn, har íkastið frá starvsfólki og næmingum fær rúm og ávirkan.

 

Útbúgvingarstjórin, ið vísir beinleiðis til rektaran, er partur av ovastu leiðsluni á Glasi og er starvsfólkaleiðari hjá útbúgvingarleiðarunum, sum taka sær av uppgávum innan útbúgvingarliga umsiting. 

 

KRØV TIL UMSØKJARAR

Tann, ið verður settur sum útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám, skal:

 

- vera framsíggin og hava dirvi at ganga nýggjar leiðir

- vera eldhugaður fyri, at samanleggingin í ein skúla skal eydnast

- hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni

- hava royndir og førleikar at undirvísa

- hava góðar leiðslueginleikar

- hava góð evni at samstarva á breiðum grundarlagi

- hava góðar KT førleikar og góð evni at samskifta á føroyskum, skandinaviskum og enskum

- trívast við broytingum og hava góðar eginleikar at fáa fylgiskap frá lærarum og øðrum starvsfólkum

 

LØN OG SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins, og er lønt í 37. lønarflokki, har verandi løn er kr. 47.861,26 um mánaðin umframt eftirlønargjald á 15%. Setanarstaður er Glasir.

 

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Boga Bech Jensen, rektara, á bbj(at)glasir.fo. 

Umsókn við CV, avrit av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til starv(at)glasir.fo í seinasta lagi 15. august 2017 kl. 12:00. Starvið verður sett skjótast til ber.

hava deilt hesa grein.