Skip to main content

Arbeiðsøki

Sum góðskuleiðari skalt tú tryggja at Fiskavirkið lýkur øll uttanhýsis og innanhýsis krøv í mun til lóggávu, kundakrøv og standard krøv á økinum annars.

·         Tú kemur at standa á odda fyri samskiftinum við mynduleikar og kundar.

·         Tú hevur ábyrgd av at samskipa eftirlitsarbeiði á virkinum.

·         Tú tekur saman um og eftirmetir framt eftirlit.

·         Tú syrgir fyri at reinføri er í hásæti.

·         Tú syrgir fyri at góðskuhondbók og skriftligt tilfar annars er dagført.


Tú kemur eisini at vera ein aktivur liður í gransking og menningararbeiðnum á virkinum.

Sum góðskuleiðari kemur tú at hava nógv samskifti við allar deildir á virkinum, tí er neyðugt at tú dugur væl at samskifta í eygnahædd fyri at bera tín boðskap fram.

 

Vit ynskja at tú:

·         Hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir  frá líknadi starvi.

·         Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.

·         Hevur jaligan hugburð til uppgávurnar.

·         Hevur fyrisitingarligt hegni.

·         Hevur eldhuga og ágrýtni.

·         Hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga.

·         Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.

·         Ikki ert bangin fyri at bróta upp um ermar tá á stendur.

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi. Kappingarføra løn ið verður ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hjørdis F. Gregersen, virkisleiðara,  á telefon 227226.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagið 23. apríl og skal sendast til hg(at)prg.fo   
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.