Leita á in.fo

 04.06.2018 (13:15)

GOYMSLUFÓLK TIL MAGN

Vit sóknast eftir einum goymslufólki til goymslu okkara í Tórshavn


Um starvið

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og dugnaligum

goymslufólki til okkara goymslu í Tórshavn.

Á goymslu okkara hava vit umfatandi úrval av

smyrjiolju, oljuúrdráttum og útgerð til hitaverk,

og saman við starvsfeløgum á goymslunum í

Klaksvík og Suðuroy kemur tú at taka lut í

veitingum til fyritøkur og einstaklingar kring

landið, og í serliga stóran mun eisini til føroysk

og útlendsk skip. Til goymsluna eru knýttir

tveir lastbilar: ein minni til stykkjagóðs og ein størri

við krana og pumpuskipan til størri veitingar av

smyrjiolju.

Fyriuttan goymslu av áðurnevndu vørum, so

umfatar goymslan í Tórshavn eisini tangagoymslu,

og her kemur tú sum goymslufólk

at standa fyri uppskiping frá tangabáti og fyri

beinleiðis veitingum til skip umvegis pumpustøð

við bryggjukantin.


Vit bjóða

Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini

fyritøku í menning. Her er vítt til veggja, og um tú

vilt og dugir, so sleppur tú eisini.

Tað er avgerandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða

sjálvstøðugt og at tú loysir tínar uppgávur væl.

Soleiðis fært tú góðan stuðul og alla neyðuga

upplæring og útbúgving.

 

 

Uppgávur í stuttum

• Veiting av smyrjiolju og oljuúrdráttum til skip

   og virkir

• Bílegging, móttøka og útflýggjan av vøru

• Umsitingarligar uppgávur í sambandi við

   goymslustýring

• Aðrar uppgávur í hesum sambandi


Vit vænta

• At tú hevur stóra koyrikort ”C” við viðkomandi

   royndum

• At tú helst hevur krana og trukkloyvi - tó ongin treyt

• At tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð evni at

   samskifta og samstarva

• At tú hevur áræði, ert røkin og dugir væl at

   arbeiða sjálvstøðugt

• At tú eisini hevur møguleika og vilja at arbeiða

   uttan fyri vanliga arbeiðstíð


Um Magn

Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar.

Høvuðsskrivstova okkara er í Havn og deildarskrivstovur

eru í Klaksvík og á Tvøroyri. 11 servicestøðir

bera Magnnavnið.

Vit hava oljugoymslur í Klaksvík

og í Havn, og mált eftir sølu eru vit ein av Føroya

størstu fyritøkum. Tilsamans eru vit 155 starvsfólk.

Sí meira á www.magn.fo 


Okkara virði eru

• Kundin í fokus

• Vitan og førleiki leingi livi

• Skjótt er gott

• Gleði gevur megi

Hevur tú spurningar, vinarliga vend tær til

Andrias Jacobsen, flutningsog

goymsluleiðara,

tel. 237470, andrias(at)magn.fo  ella Kára Sigvardsen,

rakstrarstjóra, tel. 237430, ks(at)magn.fo 

Umsóknir skulu latast inn í seinasta lagi 25. juni 2018

kl. 12:00. Tú kanst senda umsóknina til:

MAGN P/F

Vestara Bryggja 10

FO-110 Tórshavn

Att.:Kári Sigvardsen

ella við at senda teldupost til ks(at)magn.fo 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.