Leita á in.fo

 19.04.2017 (07:19)

GRAVARI

Farið er undir at gera nýggjan kirkjugarð í Hoyvík og útbygging av verandi kirkjugarði við Velbastaðvegin. Umleið 150 fólk látast í kommununi um árið, og er tað av stórum týdningi, at kirkjugarðarnir og fólkið, ið har starvast, møta borgarunum á tignarligan og sømiligan hátt. Um tú hevur hug til eitt týdningarmikið og serligt starv, so er møguleiki júst nú, tí lýst verður eftir gravara til kirkjugarðarnar.

STARVIÐ
Talan er um eitt serligt ábyrgdarfult starv við kenslubornum løtum og umstøðum, har hugburður, innliving, nærleiki og atburður hava nógv at týða. Høvuðsuppgávan fevnir um at tryggja borgarunum eina vælskipaða og munadygga veiting í sambandi við jarðarferðir.

Gravarastarvið fevnir um alt arbeiðið, sum er á kirkjugørðunum. Hetta er fyrst og fremst at skipa og fyrireika jarðarferðir og samskifta við tey avvarðandi. Hava telefonvakt, leiðslu av øllum arbeiðum, viðlíkahaldi, rudding og røkt. Harumframt at hava ábyrgdina av, at tímaseðlar og jarðarferðarbøkur verða skrivaðar, og at talgilda gravarskipanin, tk.kort.fo/gravir, verður dagførd.

Aðrar seruppgávur verða eisini álagdar í mun til førleika...

 

Les meira

hava deilt hesa grein.