fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

 10.07.2018 (09:47)

Handilslærlingur til TelduTænastuna

Hevur tú áhuga fyri KT og sølu?


Vit leita eftir einum dugnaligum handilslærlingi til handil okkara!

 

Tínar uppgávur verða m.a. hesar:

  •  Søla av KT-útgerð
  •  Ráðgeving av kundum um KT-útgerð
  •  Aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Vit vænta, at tú:

  •  Ert blíð/ur og fyrikomandi
  •  Hevur áhuga fyri sølu og handli
  •  Hevur áhuga fyri KT og tøkni annars
  •  Ert fleksibul og klárar at arbeiða skiftandi tíðir
  •  Ert væl skipað/ur
  •  Kann arbeiða sjálvstøðugt
  •  Hevur koyrikort
  •  Hevur FHS, HH ella tilsvarandi

 

Vit bjóða:

  • Eitt arbeiðspláss í vøkstri við góðum trivnaði
  • Tú verður partur av einum toymi, har tú hevur ávirkan og sleppur at seta tín dám á handilin
  • Upplæring innan KT á sera høgum støði

 

Løn og setanartreytir:

Talan er um eitt lærupláss, ið verður lønt sambært lærusáttmálanum.

Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til Kenneth Hovgaard á telefon 217403.

Umsókn við próvskjølum skal sendast til [email protected] seinast mánadagin 23. juli.

 

Um TelduTænastuna:

TelduTænastan veitir KT-útgerð, -skipanir, og -tænastur til privat og vinnuna. Umframt KT, selja vit eisini skrivstovulutir og skrivstovumøblar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.