Leita á in.fo

 14.03.2019 (13:15)

Havnarumsjónarfólk

Tórshavnar havn søkir eftir havnarumsjónarfólki.



Arbeiðið er skipað í skiftandi vaktum. Av tí at arbeiðsplássið er lítið, kann roknast við ymiskum uppgávum.



Tú skalt á jøvnum føti við hini havnaumsjónarfólkini kunna veita loðstænastu.



Tú hevur ein kundavinarligan framburð, og kann arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.



Roknað verður við, at tú hevur fingið vinnubræv sum skipsførari, hevur í minsta lagi tvey ára royndir sum yvirstýrimaður ella skipsførari frá viðkomandi sigling, galdandi heilsuprógv fyri sjófólk og dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum og enskum, umframt hegni og hug til teldu.



SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.



UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera hjá Tórshavnar havn, Postboks 103, 110 Tórshavn, ella port(at)torshavn.fo, í hendi í seinasta lagi 2. apríl 2019.

Merkið umsóknina „Havnarumsjónarfólk“.

 

MEIRA FÆST AT VITA

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónsvein Lamhauge, havnarmeistara, telefon 311762.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.