Leita á in.fo

 05.06.2018 (09:07)

Heilsurøktari ella heilsuhjálpari til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag ja, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit leggja dent á hesi virði: at vísa álit, at fremja gleði í gerandisdegnum og at veita fakliga umsorgan. Sí meira um okkum á www.eystur.fo

Hetta starv eru leyst at søkja:


Heilsurøktari ella heilsuhjálpari

Fast starv frá 1. aug. 2018, fulla ella niðursetta tíð, at arbeiða í skiftandi vaktum.

Førleikakrøv:

·         Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari

·         Førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum stuðul og hjálp at megna sín gerandisdag


Starvsetan og løn
Starvið verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Beintu Áargarð, deildarleiðara á tlf. 730252.

Umsóknir
Umsóknir – við prógvum, CV og øðrum – skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. juni 2018. Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Oyran 2 – 530 Norðragøta, ella á teldupost:
nand(at)eystur.fo.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.