Leita á in.fo

 19.04.2017 (10:45)

HEILSURØKTARI TIL DAGTILHALDIÐ STJØRNULON

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu søkir eftir einum heilsurøktara á 30 tímar um vikuna til dagtilhaldið Stjørnulon, Jøkulstræti 4, Tórshavn.

Ert tú heilsurøktari og hevur royndir, áhuga og hegni at arbeiði innan eldraøkið, so er eitt áhugavert starv innan eldraumsorgan leyst at søkja.

Stjørnulon er eitt dagtilhald fyri 20 fólk, ið hava demens og sum búgva heima. Dentur verður lagdur á góða samveru við tí fyri eyga at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag. Tilboðini fevna m.a. um sang, lesnað, ítriv, útferðir, handaligt arbeiði, rørslur og at ganga túrar.

Vit leggja stóran dent á, at starvsfólkini hava røttu persónligu eginleikarnar, gott tol og ein jaligan hugburð.

ARBEIÐSØKI

Saman við hinum starvsfólkunum verður tín uppgáva at skapa eitt
heimligt umhvørvi, har fólk trívast 

• 

At vera kontaktpersónur hjá nøkrum húsfólkum og avvarðandi 

At skipa ein gerandisdag við matgerð, ítrivið, rørslum og øðrum
virksemi 

• 

At arbeiða dagvaktir og kvøldvaktir...

 

Les meira

hava deilt hesa grein.