Leita á in.fo

 11.02.2019 (11:20)

Heilsutrygd søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum

Heilsutrygd søkir eftir tveimum dugnaligum og sjálvstøðugum sjúkrarøktarfrøðingum at byrja 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu.

 

Talan er um spennandi og avbjóðandi størv sum sjúkrarøktarfrøðingur í Heilsudeplinum við Skálafjørðin.

 

Størvini eru skipað soleiðis, at annað starvið hevur starvsstað á Strondum við brøki 0,9 og hitt hevur skiftandi starvsstað aðruhvørja viku í viðtalu 3 í Runavík og aðruhvørja viku í viðtaluni á Strondum við einum brøki á 0,6.

 

Viðtalan á Strondum er ætlað einum kommunulækna, men er í løtuni mannað við skiftandi avloysarum. Umleið 1400 borgarar eru knýttir at viðtaluni á Strondum.

 

Viðtalan í Runavík er ætlað einum kommunulækna, men er í løtuni mannað við skiftandi avloysarum. Umleið 1400 borgarar eru knýttir at viðtaluni í Runavík.

 

Tætt samstarv er millum viðtalurnar.

 

Starvið:

Starvið fevnir um telefonvisitatión og ymiskar læknaskrivara- og sjúkrarøktarfakligar uppgávur. Væntað verður, at tú kanst hjálpa til við bráðfeingis uppgávum, og standa fyri smærri kanningum, sum t.d. urinstix, crp-máting, podning av hálsi og øðrum.

Arbeiðið innan kroniskar sjúkur, kann eisini gerast ein partur av starvinum.

 

Tú:

·         ert løggildur sjúkrarøktarfrøðingur

·         ert álítandi og hevur góð samstarvsevni

·         hevur royndir frá arbeiði í kommunulæknaviðtalu og við talgildu heilsuskipanini Cosmic (fyrimunur, tó ikki eitt krav)

·         ert ein jaligur, opin og glaður persónur

·         dámar væl og dugir at røkja uppgávur í einum skundmiklum gerandisdegi

·         arbeiðir skipað, skjótt og sjálvstøðugt

·         ert tænastusinnað/ur

·         hevur góð evni at samskifta bæði á skrift og í talu

·         dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn

·         hevur evnini at laga teg til broytingar

 

 

Vit bjóða

·         eitt fjølbroytt og mennandi starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa

·         ein fjølbroyttan arbeiðsdag við avbjóðingum innan sjúkrarøktarfrøði, skrivara- og royndarstovuarbeiði

·         eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv

·         eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning

 

 

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Starvið verður sett undir Heilsutrygd, og mugu umsøkjarar tola broytingar í setanarviðurskiftunum.

 

Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til

 

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-700 Klaksvík

ella til t-post: [email protected]lsutrygd.fo 

 

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og skulu verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. februar 2019 kl. 12:00.

 

Tilskilast skal greitt í umsóknini, hvat starv søkt verður.

Størvini verða sett frá 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu.

 


Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa, á tlf.: 794010.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.