Leita á in.fo

 12.04.2017 (19:54)

Heilsutrygd søkir eftir viðtalustarvsfólkum – sjúkrarøktarfrøðingum og læknaskrivarum

Heilsutrygd søkir eftir viðtalustarvsfólkum at arbeiða í kommunulæknaviðtalum í Eysturoynni, Streymoynni og í Norðoyggjum.

 

Talan er um eitt avloysarastarv fyri sjúkrarøktarfrøðing í farloyvi og um frítíðaravloysarar fyri viðtalustarvsfólk í summar. Vit hava tørv á umleið 5 frítíðaravloysarum.

 

Størvini

·         Farloyvisstarvið er hálva tíð sum sjúkrarøktarfrøðingur og er á læknamiðstøðini í Klaksvík. Starvið er tíðaravmarkað til 1. september 2018.

·         Frítíðaravloysarastørvini eru í viðtalum í Eysturoynni, Streymoynni og Norðoyggjum. Talan er um fulla tíð.

 


Vit ímynda okkum, at tú ert læknaskrivari, sjúkrarøktarfrøðingur ella hevur tilsvarandi útbúgving. Tær dámar væl at hava fleiri bóltar í luftini í senn og at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeiðsroyndir hjá kommunulækna ella líknandi. Royndir við talgildu heilsuskipanini er eisini ein fyrimunur.

 

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmálum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

 

Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-710 Klaksvík

ella til t-post: [email protected] 

 

Tað skal tilskilast í umsóknini, um søkt verður um farloyvisstarvið, ella um talan er um umsókn til frítíðarstørvini.

 

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu umsóknir verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. apríl 2017 kl. 12:00.

 

Farloyvisstarvið verður sett frá 1. mai 2017 ella eftir nærri avtalu. Fríðtíðaravloysarastørvini verða sett eftir nærri avtalu.


Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa í Heilsutrygd, á tlf. 614010.

hava deilt hesa grein.