Leita á in.fo

 12.06.2018 (10:52)

Hevur tú hug at arbeiða við íløgu og greining?

Um so er, so bíðar eitt spennandi starv tær á Markets í Betri Banka P/F

 

Deildin

Markets í Betri Banka P/F hevur millum annað dagligu ábyrgdina av gjaldføri bankans, virðisbræva- og gjaldoyrahandli, íløguráðgeving, ognarrøkt og marknaðargreiningum.

 

Á deildini starvast umframt dagliga leiðaran tvey dugnalig starvsfólk.

 

Starvið

Í starvi tínum kemur tú í samstarvi við hini starvsfólkini á deildini at røkja partar av verandi ábyrgdarøkjum og arbeiðsuppgávum á deildini. Harumframt kemur tú í samráð við leiðaran á deildini at standa fyri menningini av okkara greiningarøki.

 

Vit vænta, at tú:

  • Hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstøði ella endar eina útbúgving á kandidatstøði í summar
  • Hevur praktiskan og/ella teoretiskan kunnleika til fíggjarlig tól
  • Hevur áhuga fyri greiningararbeiði
  • Hevur hollan kunnleika til office pakkan, serstakliga excel
  • Er røsk/raskur og eldhugað/ur
  • Dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu
  • Trívist við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • Er sjálvstøðug/ur, men hevur samstundis góð samstarvsevnir

 

 Royndir innan økið er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

 

Vit bjóða

Eitt áhugavert starv í einum samtaki í stórari menning. Ein spennandi, avbjóðandi og fjølbroyttan arbeiðsdag, sum tú sjálv/sjálvur í stóran mun kanst leggja til rættis.

 

Er hetta tú? so send eina umsókn beinanvegin. Hevur tú spurningar, so vend tær til Sverra L. Justinussen, leiðara á 348611/sj(at)betri.fo ella Fanny Petersen, HR-leiðara á 348530/fp(at)betri.fo.

 

Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum FAG og YTF.

 

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsóknir við lívsrensli og avriti av prógvum skulu sendast til starv(at)betri.fo í seinasta lagi mikudagin 27. juni 2018 kl. 12:00.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.