Skip to main content

Hoyring um áhuga fyri royndarloyvi til nýtslu av frekvensum til 5G tøkni

Fjarskiftiseftirlitið hevur sambært § 43, stk. 1 og § 57, stk. 1 í løgtingslóg nr. 72 frá 22.
mai 2015 um fjarskifti (fjarskiftislógini) eftirlit við, at reglurnar í lógini verða hildnar,
undir hesum at frekvenstilfeingið verður gagnnýtt á munadyggan hátt.

Tað fylgir av § 43, stk. 1 í fjarskiftislógini, at nýtsla av frekvensum einans kann fara
fram við loyvi frá Fjarskiftiseftirlitinum.

Við heimild í § 42 í fjarskiftislógini, er sett í gildi kunngerð nr. 112 frá 19. juli 2017 frá
Fjarskiftiseftirlitinum um fyrisiting og tillutan av frekvensum
(Frekvensfyrisitingarkunngerðin).

Hoyring um áhuga fyri frekvensum

Vísandi til § 3, stk. 1 í Frekvensfyrisitingarkunngerðini, verður við hesum alment
bjóðað áhugaðum umsøkjarum at søkja um royndarloyvi til nýtslu av frekvensum á 3,5
GHz bandinum til 5G tøkni.

Endamálið við hoyringini er at tryggja, at veitarar fáa javnbjóðis møguleikar søkja um
frekvensir í sambandi við eina yvirgongd til nýggja tøkni, samstundis sum
almenningurin kann fáa kunnleika til, at farið er undir tilgongdina at veita royndarloyvi
til nýtslu av frekvensum til 5G.

Fjarskiftiseftirlitið ynskir harumframt at fáa staðfest, um talan er um frekvenstrot.

Frekvenstrot er tá ið Fjarskiftiseftirlitið staðfestir, at tað eru fleiri enn ein umsøkjari til
tann ella teir somu frekvensirnar, og møguleiki ikki er fyri at ganga øllum umsóknum á
møti, undir hesum við at vísa á aðrar frekvensir, ið eru at javnmeta við teir frekvensir,
ið søkt er um.

Ein orsøk til, at farið verður undir at gera eina almenna hoyring er, at Fjarskiftiseftirlitið
hevur móttikið umsókn um royndarloyvi til nýtslu av frekvensum til 5G tøkni.

Dentur verður lagdur á, at talan er um møguleika at søkja um royndarloyvi, til tess at
royna nýggja tøkni. Gildistíðin fyri royndarloyvir er 1 ár, uttan so at umsøkjari ynskir
eina styttri gildistíð.

3,5 GHz frekvensbandið3,5 GHz bandið fevnir um 3400-3800 MHz. Í frekvensætlanini er bandið sett av til
flytiligar-, fastar- og fastar-fylgisveinatænastur, umframt radiostøðustaðfesting.
Fjarskiftiseftirlitið hevur tó sambært § 7. stk. 2 í frekvensfyrisitingarkunngerðini heimild
til at víkja frá frekvensætlanini, í sambandi við at frekvensir verða tillutaðir sum
royndarloyvi.

Mannagongd í sambandi við tillutan av frekvensumÚtgangsstøðið eftir frekvensfyrisitingarkunngerðini er, at frekvensir verða tillutaðir, so
hvørt sum umsóknir verða móttiknar.

Um Fjarskiftiseftirlitið móttekur meira enn eina umsókn innan freistina, sum ásett
niðanfyri, um somu frekvensir, men er talan kortini ikki um frekvenstrot, fer tillutanin
fram eftir eina ítøkiliga meting, og við støði í niðanfyri nevndu atlitum:
1) Atlit til týðandi samfelagsviðurskifti.
2) Atlit til verandi loyvishava av frekvensum.
3) Atlit til at fremja virkna kapping.
4) Atlit til skynsamiliga nýtslu av frekvenstilfeinginum.

Atlit til týðandi samfelagsviðurskifti eru atlit, sum hava týdning fyri samfelagið sum
heild, undir hesum fyri útbreiðslu av týdningarmiklum tænastum, ella týðandi
samfelagsviðurskifti, sum marknaðurin ikki megnar at loysa av sínum eintingum.
Týðandi samfelagsviðurskifti kunnu til dømis vera miðlapolitisk atlit, undir hesum atlit til
almannagagnligt virksemi og atlit til tilbúgvingartænastur.

Fjarskiftiseftirlitið vísir teimum umsøkjarum, ið ikki fáa tillutað teir frekvensir, ið søkt er
um, á frekvensir, ið kunnu nýtast í staðin. Fjarskiftiseftirlitið kann eisini gera av, ikki at
ganga eini umsókn á møti.

Staðfestir Fjarskiftiseftirlitið, at talan er um frekvenstrot, verða frekvensirnir annaðhvørt
útlutaðir eftir eina ítøkiliga meting við støði í teimum 4 atlitunum, nevnd omanfyri, ella
verður skipað fyri einum útboði. Tað er Fjarskiftiseftirlitið, ið ger av, hvør mannagongd
verður vald. Verður valt at skipa fyri einum útboði, er tað Fjarskiftiseftirlitið, ið ásetur
treytirnar fyri útboðnum.

Nærri upplýsingar og freist

Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Fjarskiftiseftirlitið fyri at fáa umsóknarblað
og nærri kunning um treytir o.a. fyri at kunna søkja. Umsóknarblaðið er at finna á
heimasíðuni hjá Fjarskiftiseftirlitinum, www.fse.fo .

Seinasta freist at søkja er fríggjadagin 30. apríl 2019.

Umsóknir skulu sendast til:Fjarskiftiseftirlitið,
Skálatrøð 20,
Postrúm 73,
110 Tórshavn