Leita á in.fo

 06.12.2018 (10:32)

HR-ráðgevi til starvsfólkadeildina

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum HR-ráðgeva til starvsfólkadeildina. Starvsfólkadeildin hevur ábyrgd av starvsfólkaviðurskiftunum hjá samtakinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

 

Starvið
BankNordik er eitt samtak í støðugari menning, og í starvinum sum HR-ráðgevi fært tú ein virknan leiklut í áhaldandi arbeiðinum at skapa trivnað og menning í samtakinum, sum fevnir um BankNordik, Trygd og Skyn.

 

400 fólk starvast í samtakinum, og á Starvsfólkadeildini eru 4 starvsfólk, ið m.a. taka sær av starvssetanum, lønarmálum, trivnaði og menning. Deildin hevur starvsfólk bæði í Føroyum og Danmark, og starvið inniber tætt samstarv við starvsfelagarnar á deildini í báðum londum.

 

 Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

 

·         Ymiskar fyrisitingarligar uppgávur á deildini

·         At avgreiða dagligar fyrispurningar frá starvsfólkum og leiðarum

·         At skipa fyri starvsfólkatiltøkum

·         Samskipan og ráðgeving í sambandi við starvssetanir

·         Uppgávur viðvíkjandi førleikamenning og útbúgving av starvsfólkum

·         At gera og dagføra innanhýsis vegleiðingar og mannagongdir

·         Innanhýsis kunning

 

Førleikakrøv

·         Tú hevur viðkomandi útbúgving ella arbeiðsroyndir innan økið

·         Tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur

·         Tú hevur sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag og dugir eisini væl at arbeiða í toymi

·         Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni

·         Tú megnar at hava greiðu á fleiri uppgávum í senn

·         Tú ert álítandi og ábyrdgarfull/ur

 

Harafturat vænta vit, at tú ert fyrikomandi og tekur virknan lut í at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.

 

Vit bjóða

Eitt spennandi, avbjóðandi og sjálvstøðugt starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.

 

Tú verður partur av einum eldhugaðum toymi, og saman við dugnaligum starvsfelagum fert tú at luttaka í menningini av samtakinum og starvsfólkunum. Setanartreytir verða avtalaðar eftir royndum og førleikum.

 

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heidi Davidsen, starvsfólkaleiðara, á telefon 230 477 ella á hd(at)banknordik.fo. 

 

Umsókn

 

Skrivlig umsókn við lívsrensli (C.V.) og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. desember  2018. Søk starvið her. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.