fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

 04.04.2017 (14:36)

Hugskot til Hoydalar

 

Mentamálaráðið eigur bygningarnar hjá Glasi í Hoydølum og varðar av økinum fyri Føroya Landsstýri.

 

Um stutta tíð flytir skúlin við øllum sínum virksemi í nýggja bygningin hjá Glasi í Marknagili.

 

Eins og flest onnur hevur Mentamálaráðið vitað hetta leingi, og tí eru longu komin ymisk hugskot á borðið um, hvat hesin vakri og søguríki bletturin, henda perlan mitt í Føroyum, skal brúkast til í framtíðini. Støða er ikki tikin til spurningin enn.

 

Áðrenn endalig støða verður tikin, fer Mentamálaráðið við hesum at lata almenn og privat fáa høvi at senda inn uppskot um, hvussu tey kundu hugsað sær at gagnnýtt økið.

 

Uppskotini skulu verða ein yvirskipað lýsing av, hvussu økið verður best brúkt og kemur flest borgarum at gagni. Fyri at tryggja, at álvari er handan innkomnu uppskotini, skal verkætlanarlýsing og fíggingarleistur fyriliggja.

 

Uppskotini skulu sendast inn umvegis teldupost mmr(at)mmr.fo og verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 1. august 2017.

 

Mentamálaráðið tilskilar sær rætt at brúka burtur úr innkomna tilfarinum, at seta tað saman á ymiskan hátt, ella at vraka innkomnu uppskotini.  

hava deilt hesa grein.