fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.4m/s

Leita á in.fo

 07.11.2018 (09:13)

Húsavørður

Søkt verður eftir húsavørði at byrja 01. januar 2019, ella eftir nærri avtalu.

 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Halda viðlíka og gera neyðugar umvælingar og ábøtur á bygningarnar hjá kommununi

  • Hava vatnveitingina og Vatnverkið undir hond

  • Umsita talgildu kortskipanina hjá kommununi

 

Fakligir eginleikar:

Vit vænta at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og arbeiðsroyndir á omanfyrinevndu økjum. Tað er ein fyrimunur men ikki ein treyt, at tú hevur sveinabræv. Tú skal hava koyrikort til vanligan bil og hava telduførleika.

 

Persónligir eginleikar:

Vit ynskja at tú er røkin, arbeiðssamur/arbeiðssom og samstarvshugað/ur. Tú skal kunna arbeiða sjálvstøðugt men skal eisini loysa uppgávur saman við øðrum kommunalum starvsfólkum.

 

Setanarviðurskifti:

Starvið verður settur eftir avvarandi sáttmála, avmarkað til sáttmálan millum KAF og Føroya Arbeiðarafelag, og KAF og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.

 

Arbeiðstíð:

Arbeiðstíðin er ávíkavist 40 tímar ella 39,5 tímar um vikuna.

 

Umsóknir:

Umsóknir við møguligum viðmælum og prógvum, saman við upplýsingum um royndir, skal verða Sands kommunu, Mørkin Mikla 3, 210 Sandur, [email protected], í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. novembur 2018, kl 12.

 

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til borgarstjóran á tlf 211930.

 

Sands kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir, og eisini rættin til ikki at taka av nakrari av innsendu umsóknunum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.