fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

 08.02.2018 (15:52)

Húsavørður til Eysturkommunu

Eysturkommuna søkir eftir húsavørði at byrja skjótast gjørligt. Húsavørðurin kemur, í tøttum samstarvi við rakstrarleiðaran, at hava ábyrgd av rakstri og viðlíkahaldi av bygningum hjá Eysturkommunu.

 

Arbeiðsuppgávurnar eru:

-          At røkja og viðlíkahalda bygningar hjá Eysturkommunu

-          At røkja og viðlíkahalda økið rundan um bygningar hjá  Eysturkommunu

-          At skipa vaskingina, saman við vaskifólki

-          At syrgja fyri at hita-, vatn-, ventilatión- og el- skipanir virka á nøktandi hátt

-          Aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Vit vænta, at tú:

-          Hevur handverkaraútbúgving

-          Hevur gott handalag og hevur gott eyga fyri røkt

-          Ert ágrýtin, nærlagdur, skipaður og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt

-          Dámar eitt arbeiði við fjølbroyttum uppgávum

-          Hevur góð samstarvsevni, ert tænastusinnaður og góður at heita á

-          Hevur telduførleika á brúkarastigi

 

Setanar- og lønartreytir:

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og KAF.

 

Nærri upplýsingar:

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Agnar Josephsen Rakstrarleiðara á 730026 ella við telduposti til agnar(at)eystur.fo.

 

Umsókn:

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera Eysturkommunu, Oyran 2, FO - 512 Norðragøta ella eystur(at)eystur.fo,  í hendi í seinasta lagi  mánadagin, 26. februar 2018 kl. 12.00.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.