Leita á in.fo

 15.05.2017 (11:16)

Húsavørður til Poul Hansen samtakið

Søkt verður eftir húsavørði til Poul Hansen samtakið

 

Arbeiðið fevnir um

  • at viðlíkahalda og røkja bygningarnar hjá samtakinum og økini uttanum
  • at samskipa og hava eftirlit við byggiverkætlanum
  • at umsita ymiskar tekniskar skipanir, so sum eldávaringarskipan og alarmar
  • gera tær ábøtur, ið eru neyðugar

 

Vit ynskja ein starvsfelaga sum

  • er arbeiðssamur
  • setur eina æru í, at tingini eru í lagi
  • dugir at samstarva
  • arbeiðir sjálvstøðugt
  • er handverkari, helst við royndum innan byggivinnuna

 

Vit bjóða

  • eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólkini trívast
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • løn eftir avtalu

 

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Katrin Poulsen, HR leiðara, á tlf. 235333.

 

Umsóknir, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til kpoulsen(at)ph.fo í seinasta lagi mikudagin 31. mai 2017.

 

Stutt um P/F Poul Hansen

Poul Hansen samtakið er eitt handilsvirki í stórari menning, sum í dag umfatar bæði heilsølu, slaktarí og vistveitingardeild umframt at umsita matvøruhandlar saman við øðrum eigarum. Uml. 200 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927. Samtakið fevnir tí sera breitt og hevur nógvar spennandi avbjóðingar innan fleiri ymisk starvsøki.

Víst verður eisini til heimasíðuna hjá samtakinum www.ph.fo. 

hava deilt hesa grein.