fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

 14.11.2017 (09:07)

Í Suðuroynni eru trý leys størv á Eiðisgarði

Á Eiðisgarði í Vági eru trý leys størv at søkja. Talan er um tvey tíðaravmarkað størv og eitt fast hálvtíðarstarv. Størvini verða sett skjótast gjørligt.

 

Arbeiðsuppgávur

Uppgávurnar í tí fasta starvinum eru millum annað matgerð, reingerð og at vera við til at stuðla og motivera búfólk til at vera við í hesum arbeiðnum. Arbeiðsuppgávurnar í teimum tíðaravmarkaðu størvunum eru at leggja námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á stovninum til rættis og í arbeiðinum at taka støði í tí einstaka borgaranum. Uppgávan er at skipa arbeiðið soleiðis, at borgarar kunnu nýta sínar førleikar til fulnar og veita umsorgan á fakliga høgum støði. Arbeitt verður við at skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti, og at finna aktivitetir, sum kunnu stimbra borgaran.

 

Um størvini   

  • Eitt fast starv á 20 tímar um vikuna til setan skjótast gjørligt.
  • Tvey tíðaravmarkað størv á 32 tímar um vikuna til setan skjótast gjørligt. Annað starvið er til 15. mars 2018 og hitt starvið til 31. august 2018. 

 

Fyri øll størvini er galdandi, at arbeiðstíðirnar eru skiftandi, dag- kvøld- náttar- og vikuskiftisvaktir.

 

Førleikar

Søkt verður eftir námsfrøðingum, heilsurøktarum ella sjúkrarøktarfrøðingum til tey tíðaravmarkaðu størvini. Til tað fasta starvið verður søkt eftir heilsuhjálpara ella eftir hjálparfólki.

Umsøkjarar við royndum til at motivera fólk við sálarligum avbjóðingum og við viðkomandi royndum innan virkisøkið hjá Trivnaðardeplinum kunnu hava fyrimun. Neyðugt er, at umsøkjarar hava koyrikort til bil.

Um ongin við viðkomandi útbúgving søkir, kunnu størvini vera fyribils sett við hjálparfólki.

 

Væntanir

Væntað verður, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, at tú fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan og sæddan, og at tú ert opin fyri nýhugsan og fakligari menning.

Væntað verður, at tú sært týdningin av góðum samstarvi, at tú ert tolin, dugir at læra frá tær og at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt verður væntað, at tú ert ágrýtin og hevur hug og hegni at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta eisini, at tú hevur KT-førleika á brúkarastøði

 

Um Eind 11

Tænastur hjá Almananverkinum í Trivnaðardeplinum í Suðuroynni eru savnaðar í Eind 11. Í Eindini eru dag- og samdøgurstilboð, sambýlir, vart verkstað, frítíðartilboð og stuðulsfólk.

Borgarar, sum fáa tænastu í eind 11, eru børn, ung og vaksin, við ymiskum avbjóðingum innanfyri sálarsjúku, menningartarn, autismu, seinheilaskaða og skerdum arbeiðsførleikum.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardepilinum, Eind 11. Tey, ið verða sett, mugu tola broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

 

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya .

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal, hvat starv søkt verður við at viðmerkja “Umsókn starv á Eiðisgarði 32 tímar” ella “Umsókn starv á Eiðisgarði hálva tíð”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. november 2017 kl. 12. 00

 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Elken Holm, eindarleiðara, á tlf. 297800 ella Selmu Augustinussen, leiðara, á tlf. 297811.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.