Leita á in.fo

 28.09.2017 (08:55)

KANTINUFÓLK TIL GLASIR

Søkt verður eftir einum starvsfólki til kantinuna í Smiðjugerði, at byrja 1. november 2017. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv - fram til 30. juni 2018.                                                              


Starvið er fastlønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

 

Arbeiðstíðin er vanligar dagar frá kl. 8.00 – 14.30.  Arbeitt verður teir dagar, tá skúlagongd er - arbeiðstíðin er tá 31 tímar um vikuna. 

Dentur verður lagdur á, at fólkið, ið sett verður, er vinarligt, tænastusinnað og álítandi í sínum arbeiði og hevur góð samstarvsevni. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú ert von/vanur við kantinuarbeiði ella annað tænastuarbeiði. 

 

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Egon Øregaard á tlf. 56 80 50.

 

Skrivligar umsóknir við møguligum viðmælum skulu sendast til  ego(at)glasir.fo og skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 18. oktober 2017.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.