Leita á in.fo

 13.09.2018 (11:11)

KØKSFÓLK TIL SAMBÝLIÐ SJÓVARLON Á STRONDUM

Sambýlið á Strondum søkir eftir einum køksfólkið at arbeiða 38, 5 tímar aðru hvørja viku. Arbeiðstíðirnar eru um dagin og eru tímarnir býttir á allar sjey dagarnar í vikuni.

 

FØRLEIKAKRØV

• 

Dámar og dugur at gera mat

Áhuga at arbeiða við eldri fólki

Góð evni at samstarva og samskifta

Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning

KT-førleika á brúkarastøði


VIT BJÓÐA TÆR

• 

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum

eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
hjá Roðanum


SETANARVIÐURSKIFTI
Størvið verður at seta sum skjótast og lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og  KAF / Fíggjarmálaráðið 

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elmu Mikkelsen, deildarleiðara í Sjóvarlon. Telefon 793387 ella við telduposti til elmam(at)rodin.fo 

 

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin(at)rodin.fo. Viðmerkjast skal ”køksfólk til Sjóvarlon”

 

Umsóknarfreistin er 26. september 2018.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.