09.04.2018 (11:01)
Køkshjálp til kantinuna í Almannaverkinum í Tórshavn – tíðaravmarkað
Almannaverkið søkir eftir køkshjálp til kantinuna í Almannaverkinum á Staravegi 18, Tórshavn
Talan er um ½-tíðar starv at seta sum skjótast. Arbeiðstíðin er fyri tað mesta um morgunin; longri dagar kunnu vera alt eftir sum arbeiðstrýstið er. Av tí sama er møguligt at hava frídagar, tá ið minni er at gera.
Starvið er tíðaravmarkað til og við 31. des 2018.
Arbeiðsuppgávurnar
Høvuðsuppgávurnar eru at hjálpa køksfólkinum at skipa fyri matgerð, innkeypi og reingerð í køkinum og at tryggja, at køkurin í Almannaverkinum verður væl skipaður. Umsøkjarin skal megna at arbeiða sjálvstøðugt.
Umleið 140 starvsfólk arbeiða á Staravegi 18.
Vit vænta
- tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
- tú ert røkin, fyrikomandi og arbeiðsom/samur
- tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
- tú dugir at gera vælsmakkandi mat
Royndir og/ella útbúgving innan matgerð kann vera ein fyrimunur.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á Viðskiftadeplinum, Staravegur 18. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið
Umsókn
Skrivlig umsókn og møgulig viðmæli skulu sendast við telduposti til starv(at)av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “umsókn køksfólk”
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27.04.2018 kl. 12.00
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Eileen Andreasen, tel. 297342 ella Gunnvør Jacobsen tel. 297046.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
hava deilt hesa grein.
Mest lisið
Beinleiðis: Skála er í fjórðingsfinaluni |
|
KVF stríð: - Liljan Weihe aftur uppsøgd í dag |
|
KVF stríð: - Ein revsing men ikki ein uppsøgn |
|
Watson er í øðini inn á føroyskan rockbólk |
|
Samgongan hevndi seg |
|
Skarvurin á nýggjum veingjum |
|
Løkke kom á fund tá konan bleiv uppsøgd |
|
Kjakari: Hopi flogfarið hjá Týr dettur niður |
|
- Eg fekk blóðpropp meðan eg svav |
|
Niklas á Líðarenda: Respektin er burtur |
|
Høvdu nýggjan spælmotor umborð |
|
Týr-sangarin: Hatta er bara kjaftaslit |
|
Skelkur í HB: Teit skaddur |
|
Prestur spældi saman við konfirmantunum |
|
Nøkur selja partabrøv og onnur franskar hotdogs |
|
Ynsktu Húsinum farvæl |
|
26 ár síðani vinnarin dumpaði |
|
Lítil áhugi fyri úrslitinum |
|
Grønlendski sigursharrin fær íblástur úr Føroyum |
|
Jóan Símun til Týsklands |
|
Lívstíð í fongsul |
|
Tveir risar varpaðir úr kappingini |
|
Her er nýggja føroyska landsliðstroyggjan |
|
Rigmor bleiv ikki feld |
|