Leita á in.fo

 20.03.2017 (00:31)

Vil tú verða hin fyrsti kombinæmingurin á Tjaldurs Apoteki?

So er eitt spennandi lærupláss sum kombinæmingur á Tjaldurs Apoteki leyst at søkja!

 

Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði og skúla á Pharmakon í Hillerød.

 

Í ár fer Tjaldurs Apotek at royna nakað nýtt. Praktikktíðin fer at verða býtt millum Tjaldurs Apotek, eitt

danskt sjúkrahúsapotek, Landssjúkrahúsið og Framleiðslueindina hjá Apoteksverkinum. Hetta merkir, at

lærutíðin verður ógvuliga fjølbroytt og lærurík.

 

Á sjúkrahúsapotekinum kemur tú at starvast í Keypmannahavnar-økinum. Har lærir tú at ráðgeva starvsfólki

á sjúkrahúsinum, at hava eftirlit við heilivágsnýtsluni og um útflýggjan av heilivági til sjúkrahúsini.

 

Á Tjaldurs Apoteki lærir tú m.a. at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólkinum í sambandi við útflýggjan av

heilivági og apoteksvørum. Í Framleiðslueindini lærir tú um framleiðslu av heilivági og øðrum

apoteksvørum, pakking av heilivági í skamtanarposar umframt góðskutryggingina av heilivágsframleiðslu.

 

Til hetta krevst, at tú:

 

- Torir at taka við nýggjum avbjóðingum

 

- Ert búgvin og tekur ábyrgd

 

- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt

 

- Hevur góð evni at samskifta bæði á føroyskum og donskum

 

- Sært týdningin av at arbeiða góðskutilvitað

 

- Brennir fyri at veita eina góða tænastu og hevur áhuga í sølu

 

Kravið fyri at gerast næmingur er, at tú hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari. Eisini vænta vit,

at tú ert væl fyri í støddfrøði og kt.

 

Ynski er, at tú byrjar 1. mai ella eftir avtalu. Sjálv lærutíðin byrjar 1. september 2017.

 

Nærri kunning fæst á farmakonomuddannelsen.dk og apotek.fo.

 

Um tú hevur spurningar um útbúgvingina, ert tú vælkomin at skriva til Elin Mouritsen á telduposti

[email protected] ella at ringja á tlf. 341149 ella til Harriet Hammer á tlf. 341100.

 

Umsókn saman við viðkomandi prógvi og cv skal sendast til [email protected]. Skriva

“Farmakonomnæmingur” í yvirskriftina. Freistin at søkja er mánadagin 17. apríl 2017.

hava deilt hesa grein.