fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 5.3m/s

Leita á in.fo

 07.02.2018 (07:40)

KT-FÓLK TIL LANDSBANKAN

Landsbankin er farin undir spennandi KT-verkætlan at útvega hagtøl um føroyska fíggjarkervið. Fleiri verkætlanir eru í umbúnað, og vit søkja nú eftir KT-fólki til hetta arbeiði.

 

Um starvið

Ein av høvuðsuppgávunum hjá Landsbankanum er at virka fyri fíggjarligum støðufesti – til tess eru hagtøl umráðandi. Tú fert at byggja og reka dátugrunnar, móttøkuskipan til dátugrunnarnar og góðskueftirlitsskipanir. Uppgáva tín fevnir eisini um at gera dátusøvn til greiningararbeiðið hjá bæði Landsbankanum og Váðaráðnum.

 

Førleikar og útbúgving

Tú hevur viðkomandi KT-útbúgving og hollar royndir við Oracle og MS SQL Server. Tú kennir somuleiðis til BI-forrit sum til dømis Tableau.

 

Tað hevur týdning, at tú samstarvar væl, og at tú arbeiðir sjálvstøðugt og skipað. Tú kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 26. februar 2018 á middegi

 

Send umsókn og avrit av prógvum, lívrensli og øðrum viðkomandi skjølum til malan(at)landsbankin.fo. Skriva ‘KT-fólk til Landsbankan’ sum evni.

 

Nágreiniligari upplýsingar fáast við at venda sær til Maluna Johansen, stjóra, á 226225 ella á malan(at)landsbankin.fo. 

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Landsbanki Føroya:

Landsbanki Føroya varð endurstovnaður 1. januar 2017. Bankin er almennur fíggjarstovnur, umsitur landsins gjaldføri og fyrisitur landsins lántøku. Landsbanki Føroya er eisini greinigarstovnur, ið virkar fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum. Bankin er sjálvstøðugur almennur stovnur.

Sum skrivstova fyri Føroya váðaráð skal bankin vera við til at hava eftirlit við systemiskum fíggjarváðum í Føroyum. Bankin fyrisitur eisini Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.

Seks fólk starvast í Landsbankanum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.