fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

 19.05.2018 (19:49)

KT-FRØÐINGUR (ENDURLÝSING)

Glasir søkir KT-frøðing við førleikum innan menning og dátugrunnum, sum hevur hug at gerast partur av einum fjølbroyttum og spennandi útbúgvingarumhvørvi.

Á Glasi ynskja vit at skapa ein talgildan skúla, og tí er kunningartøkni ein týðandi partur av okkara gerandisdegi. Tað er týdningarmikið, at vit hava góð starvsfólk, ið eru við til at menna skúlan, soleiðis at tøknin kann gagnnýtast til fulnar.

Í løtuni er virksemið á Glasi á trimum støðum: Í Marknagili, í Smiðjugerði og í Hoydølum. Samstundis fyrireika vit okkum at flyta í nýggja og framkomna bygningin í Marknagili. Hetta hevur við sær nógvar og spennandi avbjóðingar. Tí tørvar okkum ein dugnaligan KT-frøðing at arbeiða fulla tíð.

Uppgávur

  • Felags menning av KT á Glasi
  • Finna brek og loysa trupulleikar
  • KT: trygd, politikkir og mannagongdir
  • Skjalfesting av skipanum og mannagongdum
  • Hava ábyrgd av, at skipanir rigga og verða røktar
  • Veita hjálp til starvsfólk og næmingar

Førleikar

Vit ímynda okkum, at tú hevur meira enn trý ára viðkomandi starvsroyndir innan KT økið, hevur stóra vitan um forritan, dátugrunnar, TCP/IP, Virtualisering, AD, Office 365 & backup loysnir. 

Vit arbeiða við webtøkni so sum HTML5, CSS3, JavaScript umframt .NET í C# og við T-SQL, so royndir og vitan innan hesi øki ella líknandi mál eru krav. 

Vit leggja serligan dent á førleikar innan:

·      Forritan (OOP, C# og MVC innan .NET)

·      Dátugrunnar (SQL, T-SQL)

Tú ert ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi, framfýsin og hevur áræði at seta teg inn í nýggja tøkni og avbjóðingar. Eisini dugir tú at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum. Tú ert røkin og hevur góð samstarvsevnir og dugir at seta orð á teknisk hugtøk, soleiðis at onnur starvsfólk skilja teg. Tú tolir eitt skiftandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum.

Ynskiligt er at tú hevur eina viðkomandi útbúgving innan KT, eitt nú sum datalogur, bachelor ella kandidatur í kunningartøkni ella verkfrøðingur.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn til starvið saman við CV, prógvum og viðmælum o.l. skal sendast til [email protected].

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Áka Heinesen Højsted, KT-leiðara, við at senda teldupost til [email protected].

FREISTIN AT SØKJA ER 22. MAI 2018.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.