Leita á in.fo

 03.07.2018 (10:02)

KT-leiðari til Føroya mest fjølbroytta dátuhús

Vilt tú menna og leiða Føroya mest fjølbroytta dátuhús?

 

Hagstova Føroya er almenni hagtalsmyndugleikin í landinum. Vit framleiða og miðla vitan um føroyska samfelagið í tølum.

 

Á Hagstovuni ganga ymsu fakligu førleikarnir upp í eina hægri eind. Her renna samfelagsfrøði, búskaparfrøði, hagfrøði og miðlafrøði saman við kunningartøkni til at framleiða dygdargott og álítandi hagtalstilfar til samfelagið.

 

Leiðarin á KT-deildini leggur frá sær vegna aldur og søkt verður eftir nýggjum leiðara til deildina.

 

Tín ábyrgd og virkisøki
Hagstovan er skipað í tvær samstarvseindir, eina hagdeild og eina KT-deild. Hagdeildin mennir hagtøl og fakliga innihaldið. Arbeiðsøkið hjá KT-deildini er at menna og umsita tøkniliga grundarlagið undir hagtalsframleiðsluni, ið fevnir um alt frá at innheinta dátur til at miðla hagtøl.

 

Tøkniliga menningin gevur nýggjar møguleikar og setir nýggj krøv. Ein týðandi avbjóðing fyri framman er at standardisera og effektivisera tøkniliga grundarlagið undir hagtalsframleiðsluni.

 

Sum leiðari á KT-deildini verður tín ábyrgd at:

  • Leggja langtíðarætlanir fyri at menna tøkniliga grundarlagið undir hagtalsframleiðsluni saman við leiðslutoyminum á stovninum
  • Íverkseta og menna neyðug tøknilig amboð og fyriskipanir í hagtalsframleiðsluni
  • Veita munagóða KT-tænastu til starvsfólkini, ið hava tørv á amboðum og skipanum til hagtalsframleiðslu

 

 

 

Ein hornasteinur undir hagtalsarbeiðinum er at skipa dátur og metadátur eftir altjóða hagtalsleisti í dátuvøruhús. KT-leiðarin skal tryggja, at allar viðkomandi mikro-, makro- og metadátur til ymsu hagtalsøkini verða skipað eftir greiðum felags rammuásetingum. Tín ábyrgd fevnir tí eisini um at gera greiðar leiðreglur fyri KT-bygnaðin og trygd.

 

Dátugrundarlagið undir hagtølunum verður bæði ment inni á og uttan fyri Hagstovuna. KT-deildin samstarvar tí tætt við starvsfólk á stovnunum og við onnur, ið veita skráir og dátur. Ein týðandi uppgáva á KT-deildini er at umsita og menna samstørv og ikki minst at íverkseta ymiskar skipanir.

 

Hagstova Føroya luttekur í altjóða hagtalsnetverkum og –ráðstevnum. Netverkini eru ein týðandi liður at menna føroyska hagstovuvirksemið. KT-deildin samstarvar serliga við aðrar hagstovur um tøknilig amboð, ið ganga aftur í hagtalsvirkseminum, millum annað hagtalsgrunnin á alnetinum.

 

Millum KT-amboðini á stovninum eru í løtuni relatiónsdatabasur (Oracle og PostgreSQL), R, Tableau, Hagtalsgrunnrin (PcAxis/PX-Web) og Drupal.

 

Tínir førleikar
Tú hevur langa ella miðallanga útbúgving innan økið, t.d. cand.it, cand.merc.dat, verkfrøðingur ella líknandi frá hægri lærustovni.

 

Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir við at sniðgeva og byggja skipanir til flutning, móttøku og goymslu av dátum, og ert køn/ur at skipa dátur í dátuvøruhúsum. Innlit í hagtalsframleiðslu og samfelagsviðurskifti er ein fyrimunur.

 

Á Hagstovuni eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Sum leiðari ert tú framskygd/ur, álitisvekjandi og dugir væl at motivera og umgangast fólk. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, dugir væl at samstarva og hevur eitt skipað arbeiðslag. Tú kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Tú kennir eisini tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst.

 

Umsókn
Vit kunnu bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú ert partur av leiðslutoyminum á Hagstovuni.

 

Persónlig og faklig menning er ein fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá starvsfólkunum. Vit ynskja at stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit. Leiðarin á KT-deildini vísir til stjóran.

 

Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 6. august 2018 kl. 12.00

 

Umsóknin skal sendast til hagstova(at)hagstova.fo ella Hagstova Føroya, Postboks 2068, 110 Tórshavn.

 

Spurningar til starvið kunnu setast til Gilla Wardum, stjóra, tlf. 352850 ella teldupost gilli(at)hagstova.fo. 

 

Stutt um Hagstovuna

Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan til avgerðir, gransking og kjak, og eru ein týðandi lutur í einum framkomnum fólkaræðisligum samfelagi. Á Hagstovuni eru 17 fólk í starvi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.