fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

 06.02.2018 (15:23)

KT-mennari til Føroya Tele

Vilt tú starvast við menning og rakstri av KT-loysnum hjá einari fyritøku, har kunningartøkni hevur ein alstóran leiklut í nýhugsan og menningini av nýggjum og verandi virkisøkjum, so hava vit eitt spennandi starv leyst at søkja.

 

Um starvið

Á KT-deildini hjá Føroya Tele verður tú partur av einum stinnum toymi av KT-arkitektum og -mennarum. Títt starvsøki verður millum annað arkitekturur, sniðgeving og menning av kunningartøkni, har tú skalt arbeiða bæði sjálvstøðugt og í størri toymum. KT-deildin, ið telur 14 starvsfólk, hevur ein stóran leiklut í Føroya Tele samtakinum, og tískil kemur tú at samstarva nógv við aðrar deildir og arbeiða tvørturum ymisk virkisøki. 

 

 

Tínar uppgávur verða at arbeiða við stórum og lítlum KT-verkætlanum, verða við til at menna nýggjar platformar og produktir til okkara kundar, umframt at luttaka í dagliga rakstrinum.

 

 

Arbeiðsuppgávurnar er millum annað innan:

  • Systemdesign og integration
  • Webtøkni og sjálvgreiðsla
  • Databasu design, plsql og Oracle Tøkni
  • .NET 

 

Um teg

Tú hevur eina viðkomandi útbúgving innan KT, so sum bachelor ella kandidat í kunningartøkni, datalogur ella verkfrøðingur. Nýútbúgvin eru vælkomin at søkja.

 

 

Tað er fyrimunur, um tú hevur áhuga fyri og førleikar innan nøkur av hesum økjum:

  • Arkitektur og systemdesign
  • Menning og forritan av KT-skipanum
  • KT-trygd sum partur av arkitektur, design og implementering
  • Web-teknologi
  • App menning

 

Setanartreytir

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaður er Klingran í Hoyvík og lønin er sambært viðkomandi sáttmála.

 

 

Umsókn

Umsókn, lívsrensl og avrit av viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. mars 2018 kl. 12.00 og skulu sendast til umsokn(at)ft.fo.

 

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Michael Thomsen, KT-stjóra, á 24 30 71 ella [email protected]. Eisini ber til at venda sær til Starvsfólkadeildina á 30 30 30.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.