Leita á in.fo

 07.12.2017 (10:47)

KT-mennari

BankNordik styrkir  førleikarnar innan menning av KT-skipanum,  serliga við atliti at at betra um innanhýsis arbeiðsgongdir, og tí lýsa vit eftir dugnaligum KT-mennara.

Starvið

Tú verður  partur av deildini, ið hevur ábyrgd av KT og Business Intelligence-loysnunum hjá BankNordik-samtakinum.

 

Samtakið arbeiðir miðvíst við at gera innanhýsis arbeiðsgongdir betri, m.a. við Robotics-amboðum. Eisini menna vit ymsar loysnir, m.a. í .Net, Sharepoint, Sitecore og SAS. Tílíkar loysnir skulu virka saman við øðrum skipanum, og sostatt er samanrenning millum skipanir eisini ein týðandi partur av okkara gerandisdegi.

 

Tín leiklutur verður fyrst og fremst – sjálv/ur og saman við øðrum - at standa fyri menningini av loysnum innan hesi øki.

 

Førleikakrøv

Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum:

 

  • hevur viðkomandi hægri útbúgving innan KT-menning
  • hevur royndir við KT-menning ella er nýútbúgvin við sterkum viðkomandi ástøðiligum førleikum og áhuga innan økið
  • hevur áhuga og evni at samskifta við brúkarar um loysnir
  • hevur áhuga fyri Robotics-amboðum   

 

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning innan tíni starvsøki.

 

Vit arbeiða í einum góðum, nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi, ið eisini røkkur út um landoddarnar.

 

Tú verður partur av einum toymi við dyggum og breiðum førleikum, har áherðsla altíð verður løgd á at finna røttu loysnirnar.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við lívsrensli (C.V.) og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. desember 2017. Umsóknin skal stílast til hr(at)banknordik.fo.

 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fróða Hansen, deildarleiðara, á frha(at)banknordik.fo ella á tlf. 230 355.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.