Leita á in.fo

 06.07.2018 (11:37)

KT-support lærlingur til Føroya Tele

Føroya Tele søkir eftir tveimum KT-support lærlingum, ið hava tev fyri kunningartøkni og kundarøkt, til at starvast á Support og veitingar.

 

Er tað tær, vit leita eftir, fært tú møguleika fyri at læra og menna teg í eini fyritøku við stórum samfelagsligum týdningi, har arbeiðsdagurin er merktur av forvitnisligum uppgávum, og har kundin altíð er í miðdeplinum.

 

Í lærutíðini skiftir tú millum at starvast á Support og veitingar og skúlagongd á einum tekniskum skúla í Danmark. Tá tú ert á skúlabonki í einum tekniskum skúla í Danmark, kemur tú at læra um Windows-umhvørvið, AD, DNS, Firewall, WEB og FTP og tekur eina Cisco CCNA certificering innan switching og routarar. Á Føroya Tele fært tú dugnaligar starvsfelagar, sum fara at læra teg upp innan kundasupport, herundir uppseting og tillaging av teldum, mobil support, brekviðgerð og aðrar viðkomandi uppgávur. Vit kunna bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss við dugnaligum starvsfeløgum og góðum arbeiðsumstøðum.

 

Vit vænta, at tú  

• ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar

• ert eldhugað/ur og hevur áhuga at seta teg inn í nýggja tøkni

• ert effektiv/ur og íðin at røkka ásettum málum

• hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur viðkomandi royndir

 

Vit bjóða tær

• eina spennandi og viðkomandi KT-útbúgving við eini lærutíð, sum er tvey og eitt hálvt ár

• góðar umstøður fyri bæði fakligari og persónligari menning

• góðar arbeiðskarmar í einum opnum skrivstovulandslagi

 

Starvs- og lønarviðurskifti 

Á Føroya Tele fært tú eitt avbjóðandi, fjølbroytt og spennandi starv, har pláss er fyri bæði fakligari og persónligari menning. Tú kemur at arbeiða í einum framfúsnum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.

 

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og arbeiðsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.

 

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið,  galdandi fyri Føroya Tele.

 

Umsókn, freist og samband

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. august og skulu sendast inn talgilt umvegis heimasíðuna hjá Føroya Tele https://starv.ft.fo/Application/Index/5.

 

Hevur tú spurningar um starvið, er tú  vælkomin at seta teg í samband við til Eliesar Wiegand á telefon 243421 ella á t-post ew(at)ft.fo


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.