fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

 16.05.2018 (15:33)

Kundaráðgevi til Norðoya Sparikassa í Havn

Hevur tú eitt jaligt sinnalag, góð samstarvsevni og dámar tær væl at arbeiða sjálvstøðugt og taka við avbjóðingum, so er tað júst tær, vit leita eftir.

 

 

Vit sóknast eftir kundaráðgeva til deildina í Tórshavn. Her verður tú partur av einum toymi við átta dugnaligum fólkum við spennandi uppgávum í einum mennandi arbeiðsumhvørvi við sjálvstøðugari ábyrgd. Í Norðoya Sparikassa leggja vit dent á trivnaðin hjá starvsfólkunum og á at veita kundum okkara eina persónliga og góða tænastu og ráðgeving.

 

 

Førleikakrøv
Peningastovnsútbúgving, útbúgving í fíggjarbúskapi ella onnur viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur.

 

 

Fá meira at vita
Hevur hetta tín áhuga og ynskir tú at fáa meira at vita um starvið, kanst tú venda tær til Finnur Klein, deildarleiðara, á tlf. 295058 ella finnur(at)ns.fo. 

 

 

Umsóknir og viðkomandi skjøl
Umsókn saman við próvskjølum, viðmælum, CV o.a. skulu sendast til Eyðun Nolsøe, starvsfólkaleiðari eydunn(at)ns.fo í seinasta lagi fríggjadagin 1. juni 2018.

 

 

Norðoya Sparikassi er ein sjálveigandi sparikassi, sum skal gera mun í føroyska samfelagnum við at veita fíggjarligar tænastur til privat og vinnurekandi. Norðoya Sparikassi vil vera við til at styrkja møguleikan at búgva og virka í egnum nærumhvørvi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.