Leita á in.fo

 02.10.2017 (14:13)

Kundatænastuleiðari til Effo

Hevur tú leiðsluroyndir, og brennur tú fyri at veita eina serliga góða tænastu? So er starvið sum Kundatænastuleiðari júst nakað fyri teg.

 

Starvið

Sum leiðari í Kundatænastuni fært tú eitt spennandi og avbjóðandi starv við ávirkan og ábyrgd. Tú fært ábyrgd av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Kundatænastuni.

 

Høvuðsuppgávur/arbeiði umfatar

• Leiða og samskipa arbeiðið í Kundatænastuni

• Ábyrgd av samskifti og uppgávum mótvegis kunda og innanhýsis í organisatiónini, so sum oljuveitingar,      hitatænastu, fyrispurningar o.a.

• Tvørgangandi átøk fyri at menna tænastuna, bæði mótvegis kunda og innanhýsis

• Tryggja at viðkomandi uppgávur sum hoyra til virksøkið verða framdar

• Luttaka í dagliga arbeiðinum í Kundatænastuni

 

Tínir førleikar

• Er tænastusinnað(ur)

• Góð leiðslu- og samstarvsevnir

• Góð samskipanarevnir og samskiftisførleikar

• Dugir at seta greið mál og skapa úrslit

• Megnar til tíðir at arbeiða undir trýsti 

 

Fyrimunur um umsøkjarin hevur leiðslu- og samskipanarroyndir.

 

Vit bjóða

Eitt støðugt arbeiðið í einum góðum og skipaðum umhvørvi. Vit bjóða tær løn eftir nærri avtalu, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum. 

           

Tú fært neyðuga upplæring í viðkomandi telduskipanum og arbeiðs-/mannagongdum. Starvstaðurin er á høvuðskrivstovuni á Óðinshædd.

 

Umsókn

Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera okkum í hendi 20. oktober 2017, og sendast til

 

P/F Effo

Postboks 3098

110 Tórshavn

Frámerki: “Kundatænastuleiðari”

 

ella sum teldupost til hr(at)effo.fo

 

Starvið verður sett skjótast tilber. Upplýsingar um starvi fáast við at venda sær til Jónsvein Simonsen, Sølu og Kundatænastuleiðara á fartelefon 228063.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.