Leita á in.fo

 29.11.2018 (15:20)

Lærari til Miðnám í Vestmanna

Miðnám í Vestmanna søkir eftir kvotasettum lærara at byrja á skúlanum 1. februar 2019 í hesum lærugrein¬um: Lívfrøði B (3 t/v), tilfeingisfrøði B-stig (5 t/v) og tilfeingi A-stig (5 t/v).

Talan er um umleið trífjórðingsstarv í fyrstu syftu.

 

Útbúgving og royndir

Lærarin skal hava kandidat- ella masterútbúgving av lærdum háskúla á 300 ECTS ella aðra samsvarandi útbúgving. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjari hevur undirvísingarroyndir og royndir at arbeiða við verkætlanum í skúlahøpi. Námsfrøðilig útbúgving er eisini ein fyrimunur, men onki krav.

 

Persónligir eginleikar

Lærarin, vit leita eftir, skal hava eina breiða fakliga vitan innan náttúrutilfeingi og hava hug og evni at menna arbeiðið við næmingaverkætlanum, serliga í tilfeingi A. Eisini leggja vit dent á, at viðkomandi hevur førleikar at gagnnýta tær frálíku umstøðurnar á skúlanum at arbeiða við verkætlanum og til royndararbeiði. Lærarin skal sjálvsagt trívast saman við ungdómi og hava ein positivan hugburð til at menna skúlan sum heild. Góðir KT-førleikar og málsligir førleikar eru eisini dygdir, sum vit seta prís uppá. 

 

Setanar- og lønartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Yrkis¬felagið Miðnám og

Fíggjarmálaráðið. Kvotasettir lærarar verða settir í mesta lagi fyri 12 mánaðir í senn.

 

Umsókn

Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnám í Vestmanna, Fjarðarvegur 4, 350 Vest¬manna ella sendast til teldupostbústaðin: miv(at)miv.fo. Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. desember kl. 12.

 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jákup Andreasen, skúlastjóra, á tlf. 221 654, miv(at)miv.fo ella á heimasíðuni www.miv.fo 

 

Miðnám í Vestmanna

Fjarðarvegur 4

350 Vestmanna


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.