fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.5m/s

Leita á in.fo

 08.08.2017 (14:45)

Lærlingur og bilsmiður til Wenzel

Vit hava tvey leys størv á bilverkstaði okkara. og leita tí eftir einum bilsmiði og einum lærlingi.

 

Vit vænta, at:

- tú ert álítandi, røkin og fyrikomandi

- tú arbeiðir sjálvstøðugt 

- tú dugir at samstarva 

 

Hjá Wenzel er tað umráðandi, at okkara starvsfólk trívast og at kundar okkara eru nøgdir. Tí virka vit fyri, at vit í góðum arbeiðsumhvørvi veita kundum okkara góða tænastu. Vit tryggja okkum, at vitan okkara um bilar verður støðugt dagførd, soleiðis, at vit altíð eru í fremstu røð fakliga.

 

Í dag arbeiða 19 fólk hjá P/f Wenzel, fleiri teirra hava drúgvar royndir hjá Ford og Volvo í Føroyum.

 

Bilsmiður

Vit leita dugnaligum bilsmiði til okkara verkstað. Lønin verður eftir nærri avtalu. Ring til Jákup á tlf. 23 55 06, um tú vil hava meira at vita um starvið.

 

Lærlingur

Vit leita eftir einum eldhugaðum lærlingi at koma í læru á bilverkstaði okkara. Lønin er eftir sáttmálanum. Meira fæst at vita um starvið, við at ringja til Jákup á tlf. 23 55 06.

 

Umsóknarfreistin til bæði størv er 28. august 2017. Skrivlig umsókn merkt “bilsmiður” ella “lærlingur”  skal, saman við prógvum, viðmælum o.ø, sendast til okkara. 

 

P/F Wenzel

Postboks 3043

110 Tórshavn

Att: Jákup Hansen

ella til jakup(at)wenzel.fo

 

hava deilt hesa grein.