Leita á in.fo

 03.12.2018 (14:05)

Lærlingur til 62°N travel

62°N er ein av fremstu ferðavinnu aktørunum í Føroyum, og hevur eitt fjøltáttað virkisøki; ferðing út í heim, ferðing til og í Føroyum, bilaleiga, hotel og handling av flogførum á Vága floghavn.

 

Vit merkja stóra framgongd og økt virksemi, og tí søkja vit nú eftir dugnaligum lærlingi til søludeildina á 62°N travel. Føroyingar ferðast meira enn nakrantíð, og møguleikarnir fyri beinleiðis flúgving hava ongantíð verið so góðir sum júst nú.

 

Uppgávurnar fevna m.a. um:

- Ráðgeving í frítíðarferðum uttanlands

- Avgreiðslu av flogferðaseðlum

- Hotell- og bilaleigu bíleggingar í samband við ferðina

- Charter bíleggingar

- Avgreiðslu av pakka- og bólkaferðum

- Fyrifallandi uppgávur í avgreiðsluni

 

Vit vænta at umsøkjarin:

- Er opin, fyrikomandi og dugir væl at samskifta

- Arbeiðir væl undir trýsti, og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn

- Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd

- Góðan málkunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt

- Hevur teldukunnleika á brúkarastøði

- Hevur lokið HH-prógv, Studentsprógv ella hevur líknandi miðnámsútbúgving

 

Talan er um eitt fulltíðar lærupláss, við starvsetan 1. februar 2019 ella áðrenn. Umsóknarfreistin er 17. desember 2018.

 

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Lindu Karbech í Hjøllum, deildarleiðara, á tlf. 73 35 55

 

Umsóknir skulu sendast til [email protected] 

  

www.62n.fo/62n/fo/62-n/leys-storv/ 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.