Leita á in.fo

 25.05.2018 (14:26)

LÆRLINGUR TIL SMYRIL LINE

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi lærupláss í eini fyritøku í menning? Dámar tær væl kundarøkt og sølu? So hava vit møguliga rætta starvið til tín. Vit leita eftir einum fyrikomandi lærlingi til skrivstovu okkara í Tórshavn, ið brennir fyri sølu og kundarøkt.

 

Um starvið

Starvið er fjølbroytt, spennandi og til tíðir krevjandi.
Tú lærir nógv og verður partur av einum royndum toymi.
Uppgávan hjá tær er at selja og vegleiða kundum í flest øllum Smyril Line produktum umvegis telefon, chat og teldupost. Sølan umfatar bæði útlendingar og føroyingar.  Samstundis
kemur tú í styttri tíðarskeið at starvast á produkt deildini,
og tú sleppur eisini at royna teg á søluskrivstovuni hjá
Smyril Line í Danmark í nakrar vikur. 

 

Førleikakrøv

Tú hevur miðnámsprógv. Vit vænta eisini, at tú ert fleksibul og leggur nógva orku í arbeiðið. Tú mást hava stóran áhuga fyri sølu, kundarøkt og ferðavinnu. Tað er neyðugt at tær
dámar at ferðast, møta fólki og at selja. Tú mást eisini duga
at orða teg í skrift og talu á føroyskum og enskum. 

 

Setanarviðurskiftið

Lærutíðin er 2 ella 3 ár, og starvið verður lønt sambært sáttmála.

 

Umsóknir & spurningar

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til 

Martin Dam Joensen, søluleiðara á tlf. 235920.

Umsóknin skal sendast til [email protected]í seinasta lagi 

30. juni 2018.

 

Um Smyril Line

Smyril Line rekur farleiðina ímillum Danmark, Føroyar og
Ísland við Norrønu og Smyril Line eigur farmadeildina
Smyril Line Cargo, sum hevur farmaskipini Eystnes,
Hvítanes og Mykines. Umframt ferðafólka- og farmaflutning rekur felagið eisini Hotel Skálavík og Hotel Hafnia. 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.