fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

 17.03.2017 (13:48)

Leiðari til FAB LAB á Kambsdali

Ert tú skapandi, framtakshugaður og fúsur at royna nýggjar leiðir? Dámar tær at arbeiða millum mong og fjølbroytt menniskju? So er tað kanska tær vit leita eftir.

 

Miðnám á Kambsdali søkir eftir leiðara til Fab Lab á Kambsdali. Fab Lab stendur fyri Fabrications laboratory og er ein talgild verkstova, sum er partur av altjóða Fab Lab netverkinum. Endamálið við Fab Lab er at veita næmingum, lærlingum og  almenningi møguleiki at sniðgeva nærum hvat sum helst og fáa tað framleitt sum frumsnið (prototypa). FabLab á Kambsdali er ein opin verkstova, sum er fyri næmingarnar á Kambsdali, lærlingar og fyri almenn- ingin annars.

 

Leiðarin fer fyrstu tíðina at standa fyri uppbyggingini av Fab Lab og fer síðani at hava dagliga raksturin um hendi. FabLab Kambsdalur letur ætlandi upp í august 2017.

 

UPPGÁVUR

• Keypa inn tól til verkstovuna

• Innrætta verkstovuna

• Umsita og luttaka í undirvísingini av næmingum og lærarum á miðnámi

• Samstarva við aðrar áhugapartar innan íverksetaraumhvørvi í Føroyum

• Móttaka vitjandi í Fab Lab

• Umsjón við útgerðini á verkstovuni

• Standa fyri innkeypi av tilfari

• Kunna um Fab Lab

• Luttaka í menningini av verkstovuni

• Luttaka í menning av íverksetara- umhvørvinum á Kambsdali

• Luttaka í altjóða Fab Lab umhvørvinum.

 

FØRLEIKAR

• Útbúgving, ið er viðkomandi fyri starvið

• Góðar menniskjaligar eginleikar

• Forvitni

• Sjálvstøðugt og nærlagt arbeiðslag

• Tænastusinnað/ur

• Gott tekniskt skil

 

TAÐ ER EIN FYRIMUNUR AT UMSØKJARI HEVUR

• Royndir innan projektleiðslu

• Góðan kunnleika til føroyskt og enskt

• Royndir frá altjóða samstarvi

• Undirvísingarroyndir.

 

Vit bjóða eitt starv í einum vitanar- umhvørvi, ið ynskir at seta fokus á íverksetan og nýskapan.

Tú verður partur av einum arbeiðsplássi við nógvum og fjølbroyttum starvsfeløgum og somuleiðis partur av einum spennandi altjóða umhvørvi.

 

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. 

 

NÆRRI KUNNING

Áhugað kunnu venda sær til Páll Isholm, rektara, á 219930 ella pall.isholm(at)skulin.fo. Umsóknir skulu sendast til Miðnám á Kambsdali, Dalsvegur 1, 530 Fuglafjørður, ella kambsdalur(at)kambsdalur.fo og stílast til rektaran.

 

FREIST

Umsóknarfreistin er 10. apríl 2017 klokkan 12.

 

Setanarsamrøður verða ætlandi í viku 16. Miðað verður eftir, at nýggi leiðarin á Fab Lab á Kambsdali fer til verka 1. juni 2017.

hava deilt hesa grein.