fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

 18.04.2017 (15:11)

Leiðari til Kunningarstovuna í Runavík

Starvið, sum leiðari á Kunningarstovuni hjá Runavíkar kommunu, bíðar í hesum døgum eftir tí rætta og skikkaða umsøkjaranum.

 

Leiðari til Kunningarstovuna

Starvið, sum leiðari er leyst at søkja, og hetta snýr seg um eitt sera spennandi, fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði og vinnuøki, - við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum. Eitt leiðslustarv krevur strategiska hugsan, og leiðarin á Kunningarstovuni skal í stóran mun leggja ætlanir fram í tíð og mynda starvið og Kunningarstovuna.

 

Umframt tað, at leggja ætlanir og at skipa dagligu leiðsluna, skal leiðarin menna og samskipa tiltøk, sum hava við ferðavinnu og mentan at gera. Kunningarstovan hjá Runavíkar kommunu heldur til í Ráðhúsinum í Saltangará. Tvey starvsfólk, við ávikavíst 20 og 15 tíma viku, vera í starvi saman við leiðaranum.

 

Kunningarstovan er ein týðandi tænastudepil fyri ferðavinnuna og mentanina í Runavíkar kommunu og í økinum sum heild, og nú stórar broytingar henda í undirstøðukervinum, og tað um fá ár fer at taka ímillum 12 og 15 minuttir at aka ímillum miðbýin í Runavík og miðbýin í Tórshavn, skal roknast við heilt nýggjum og øðrum møguleikum á ferðavinnuøkinum. Tí verður roknað við, at leiðarin á ferðavinnuøkinum í stóran mun skal skøða okkum til eina nógv broytta framtíð, sum beinleiðis partur av miðstaðarøki landsins.

 

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. hesar:

• at leggja framtíðarætlanir fyri Kunningarstovuna

• at samskipa tiltøk í Runavíkar kommunu

• at marknaðarføra

• at røkja heimasíðuna hjá kommununi og Kunningarstovuni

• at samskifta við viðskiftafólk, ið snúgva sær til Kunningarstovuna

• at veita vitjandi dygga ráðgeving og góða tænastu

• at samstarva við ferðavinnuveitarar og kunningarstovurnar í landinum.

 

Kravdir førleikar

• viðkomandi útbúgving í ferðavinnu og marknaðarføring, og tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur          virkisroyndir frá ferðavinnuhøpi í Føroyum og uttanlands

• evnir at stjórna og góð samstarvsevni

• Heilt góður kunnleiki í móðurmáli, norðurlendskum- og enskum máli er ein fyritreyt

• Góður telduførleiki

 

Persónligir eginleikar

Sum persónur vænta vit, at tú er skapandi, ágrýtin og miðvísur. At tær dámar avbjóðingar, og hevur lætt við at samskifta og samstarva. At tú hevur eitt lætt lyndi og ert girðin. At tú trívist við at virka ímóti evstu mørkum. At tú hevur ein postivan hugburð.

 

Í fyrsta umfari kemur tú at starvast saman við umsitingini hjá Runavíkar kommunu, kortini við fullari ábyrgd av egnum øki. Tað er ein treyt, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og ikki ert bangin fyri avbjóðingum, og at tú ert til dystin fús/ur at umboða økið, har tað verður hildið neyðugt.

 

Umsókn

Umsóknir verða at senda umvegis heimasíðu okkara runavik.fo í seinasta lagi flaggdagin – hin 25. apríl 2017, tlf. 417000. Spurningar kunnu eisini sendast til teldupoststøðina: runavik(at)runavik.fo 

 

Nærri kunning

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til mentanarleiðaran Sølva Hansen á tlf. 221226, ella kommunuskrivaran Dinnu Jensen á tlf. 237021.

 

Kunningarstovan í Saltangará er ein deild undir Runavíkar kommunu og húsast í løtuni í Ráðhúsinum, har hon hevur felags móttøku við kommunalu umsitingini. Á leið 7 túsund fólk hava higartil vitjað Kunningarstovuna árliga – bæði føroyingar og útlendingar.

Broytingar og menning av bygnaðinum undir Kunningarstovuni standa fyri framman, frá nýggjárinum 2018 er ætlanin at Kunningarstovan fer at ganga undir heitinum Visit Runavík, og roknast skal við, at nýggi leiðarin kemur at taka lut í hesi tilgongd.

 

hava deilt hesa grein.