fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

 14.11.2017 (10:20)

Leiðari til Sandoyar Kunningarstovu

Søkt verður eftir leiðara til Sandoyar  Kunningarstovu at byrja 01.01.18, møguliga áðrenn.

 

Starvið er 3/4 starv og fevnir um sølu-og marknaðarføring av ferðavinnuni í Sandoyar Sýslu. Dagliga arbeiðið er á Sandoyar Kunningarstovu, Skopunarvegur 1, FO-240 Skopun.

 

Dentur verður lagdur á kunning og tænastu til ferðafólk.

 

·    Tú skal hava viðkomandi  útbúgving og/ella royndir innan ferðavinnu, sølu- og /ella marknaðarføring ella aðra          útbúgving.

·    Tú skal kunna arbeiða sjálvstøðugt, hava íverksetararevni, góð samstarvsevni og vera tænastasinnað/ur.

·    Tú skal hava hollan kunnleika í føroyskum, enskum og skandinaviskum máli.

 

Løn og setanartreytir eru sambart sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.

 

Freistin at søkja starvið er 01.12.17.

 

Nærri fæst at vita um starvið hjá Jacqueline Benzon tlf. 272914

Umsóknir skulu sendast til: Sandoyar Sýslu Ferðalag, Att. Jacqueline Benzon , Heimasandsvegur 1,

 FO-210 Sandur

 

Sandoyar Kunningarstova

www.visitsandoy.fo 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.