fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

 09.05.2018 (09:34)

Løgfrøðingur til Almannamálaráðið til tíðaravmarkað starv

Almannamálaráðið søkir eftir løgfrøðingi at byrja skjótast gjørligt og til 30. mai 2019.
 
Starvið
Sum fulltrúi í Almannamálaráðnum fert tú at hava ein spennandi og fjølbroyttan arbeiðsdag.
 
Uppgávurnar fevna m.a. um:
 
- at tilevna lógaruppskot og kunngerðir á málsøkinum hjá Almannamálaráðnum
- at luttaka í lógarfyrireikandi arbeiði
- at svara fyrispurningum frá Løgtinginum
- at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Almannamálaráðnum
- at luttaka í norðurlendskum samstarvi á málsøkinum hjá Almannamálaráðnum
- at umsita altjóða sáttmálar á málsøkinum hjá Almannamálaráðnum  
 
Førleikar
Vit vænta at tú:
- ert útbúgvin cand.jur.
- dugir væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum, bæði í skrift og talu
 
Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú:
 
- hevur starvsroyndir frá miðfyrisiting - ella aðrar viðkomandi starvsroyndir 
- hevur politiskt tev
- hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild
- tímir og dugir væl at samstarva og samskifta bæði við myndugleikar og borgarar
- ert før/-ur fyri at arbeiða undir einum ávísum trýsti, og tað fellur tær lætt at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi.  
 
Vit bjóða
Eitt sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd, har uppgávurnar verða loystar í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.
 
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Almannamálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
 
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
 
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
 
ella umvegis teldupost á amr(at)amr.fo 
 
Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. mai 2018, kl. 12.00.
 
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjuna T. Magnussen, deildarstjóra, á tlf. 734060 ella umvegis teldupost á 
marjun.magnussen(at)amr.fo
 
Almannamálaráðið, ið umsitur almannamál, javnstøðumál og bústaðarmál, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.