fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

 09.05.2017 (12:35)

Loyvir at gagnnýta vatn úr Sumbiarbergholinum lýst leys

 

Lýsing eftir umsóknum um loyvi at gagnnýta tað vatn, ið rennur úr rivum og øðrum lekum í fjallinum inni í sumbiarbergholinum. 

 

 

Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 53 frá 28. apríl 2000 um vatnið í Sumbiarbergholinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, verða við hesum lýst leys loyvir at gagnnýta vatn, sum til eina og hvørja tíð rennur úr rivum og øðrum lekum í fjallinum inni í Sumbiarbergholinum. 

 

 

Umsóknarblað og nærri upplýsingar 

Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Skráseting Føroya fyri at fáa umsóknarblað og nærri kunning um treytir o.a. fyri at kunna søkja. Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya, www.skraseting.fo. 

 

 

Freist at søkja 

Seinasta freist at søkja er 1. juni 2017. 

 

 

Umsóknir skulu sendast til: 

Skráseting Føroya, 

Sigmundargøta 13, 

Postrúm 264, 

110 Tórshavn 

 

 

Treytir fyri at kunna søkja 

Umsøkjarar skulu hava bústað í Føroyum, ella innan umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans. 

 

 

Er talan um felag, sum søkir, skal felagið vera partafelag, smápartafelag ella lutafelag. Felagið skal vera skrásett í Føroyum ella aðrastaðni innan umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans. 

 

 

Tá loyvi verður latið, verður dentur lagdur á førleikar hjá umsøkjarunum at fremja ætlanina, og hvussu vatnið kann gagnnýtast á skilabestan hátt. 

 

 

Skráseting Føroya kann lata vera við at geva teimum loyvi, ið søkja. Skráseting Føroya er sostatt ikki bundin at veita loyvi, hóast lýst er alment eftir umsóknum. 

 

 

Í loyvinum verða settar treytir um virksemið undir loyvinum, og harímillum nær loyvishavin skal fara undir virksemið, og um seinni burturbeining av útbúnaði. 

 

hava deilt hesa grein.