Leita á in.fo

Terji Nielsen 07.03.2017 (12:32)

Luttøka í Listaleypinum

Listaleypurin er ein verkætlan, sum hevur til uppgávu at bjóða for- og fólkaskúlanæmingum kring landið fjølbroyttar listaligar upplivingar.

 

Teldutøka umsóknarskjalið liggur á www.listaleypurin.fo.

 

Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar søkja teldutøkt og viðhefta skjalprógv, sum lýsir listaverkið.

 

Ein úrvalsnevnd velur 12–15 verkætlanir, ið fáa 10–60.000 kr í part fyri í minsta lagi fimm og í mesta lagi tíggju skúlavitjanir. Listaleypurin velur skúlarnar, talið av vitjanum og avtalar framsýningartíð í samráði við skúlar og listafólk.

 

Um støðið ikki verður mett nøktandi, kann úrvalsnevndin velja færri verkætlanir ella endurlýsa.

 

Kunning fæst frá Gunnvá Zachariasen, verkætlanarleiðara. Lützenstrøð 4, 100 Tórshavn, tlf 210125, T-postur: listaleypurin(at)listaleypurin.fo.

 

Freistin at søkja er 15. apríl 2017 á mi›nátt.

hava deilt hesa grein.