Leita á in.fo

 02.08.2018 (15:30)

Málfrøðingur til Almannaverkið

Vit sóknast eftir einum málfrøðingi, sum hevur sans fyri góðum samskifti. Í fyrstu atløgu er talan um eina tíðaravmarkaða verkætlan og starvssetan upp á 6 mánaðir.

 

Almannaverkið er ein hornasteinur í føroyska vælferðarsamfelagnum. Almannaverkið hevur árliga samband við 16.000 føroyingar, sum fáa eina veiting ella tænastu. Fyri Almannaverkið er tað av stórum týdningi, at okkara samskifti er gott og so greitt sum møguligt.

 

Arbeiðsuppgávur

Tú fær til uppgávu at gera okkara samskifti á heimasíðu og okkara skriv betri, einfaldari og greiðari. Almannaverkið skal í øllum skrivligum samskifti nýta gott føroyskt mál, rættan málburð og hava greiðar tekstir, sum eru lættir at lesa. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við dugnaligum fakfólkum, sum saman við tær skulu tryggja, at tað einfalda og greiða, eisini er rætt og neyvt.

 

Starvið

Starvið er fulla tíð, men annað kann avtalast. Arbeiðið skal gerast í samráð við m.a. Fakdeildina, og tú verður eisini partur av hesi deildini. Starvsbyrjanin er ætlandi í september, men annað kann avtalast.

 

Førleikar

Hóskandi ella viðkomandi útbúgving á bachelorstøði ella samsvarandi. Royndir innan almenna umsiting eru viðkomandi, men ikki eitt krav.

 

Vit ímynda okkum at tú

  • í tíni útbúgving ella starvsleið hevur lagt serligan dent á føroyskt mál og gjarna eisini samskifti 
  • ert serkøn/ur í føroyskum
  • hevur ávísar royndir at luttaka í ella stýra verkætlanum
  • mást vera semjusøkjandi og praktisk/ur í tíni tilgongd til fólk og samskifti, men mást eisini megna at verja egin sjónarmið.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvsheitið er málfrøðingur, og starvið er flokkað sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF,  AKF ella Starvsmannafelagið.

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á Fakdeildini á Staravegi 18, Tórshavn.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, c.v. o.ø. skal sendast til starv(at)av.fo  ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal "málfrøðingur”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi  16. august 2018  kl. 12.00.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Jan Sjóstein, fyrisitingarstjóri, á telefon 297050.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.