Leita á in.fo

 03.12.2018 (15:23)

Málsviðgerar til deildina fyri Útgjald

Á deildini fyri Útgjald eru tvey størv leys at søkja. Eitt starv sum barnsburðaravloysari ¾ tíð og eitt fast fulltíðarstarv. Bæði størvini er frá 1. januar 2019 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.

 

Um deildina fyri Útgjald

Á deildini fyri Útgjald verða flest øll útgjøld frá Almannaverkinum til borgaran avgreidd. Hvønn mánað verða rindaðar 16.000 veitingar uppá tilsamans 80-90 mió. kr. Deildin umsitur pensjóns-, dagpeninga-, forsorgar- og barnagjaldsveitingar. Deildin málsviðger umsóknir um fólkapensjón, sjúkradagpening, hjálparráð, familjuískoyti og barnagjøld. Eisini umsitur deildin norðurlendska arbeiðsmegi. Journal og móttøka hoyra eisini til deildina.

 

Á deildini starvast 22 starvsfólk.

 

Arbeiðsuppgávur

Í starvinum verður tú partur av einum stinnum toymi, har høvuðsuppgávan er móttøka, telefonmóttøka og avgreiðsla av viðskiftafólki. Tú starvast í einum mennandi arbeiðsumhvørvi, sum hevur til endamáls at málsviðgera umsóknir frá borgarum innan forsorg. Tínar arbeiðsuppgávur koma eisini at fevna um journal, og aðrar uppgávur á deildini.

 

Førleikar

Vit hugsa okkum, at rætti persónurin hevur:

·         viðkomandi útbúgving (skrivstovuútbúgving ella líknandi)

·         viðkomandi royndir

·         góðan telduførleika

·         evni at læra nýtt

·         evni at arbeiða sjálvstøðugt, vísir nærlagni og ábyrgd

·         evni at samstarva og samskifta við onnur og er fleksibul

 

Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan almenna fyrisiting.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á deildini fyri Útgjald á Staravegi 18, Tórshavn. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

 

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Størvini verða lønt sambært 3. lønarflokki.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V., viðmælum við meira skal sendast til starv(at)av.fo  ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn málsviðgeri, Útgjald”.


Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 18. desember 2018  kl. 12.00.

 

Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Palla Mortensen, deildarleiðara á tel. 347095.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.