fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

 06.02.2018 (10:28)

Marknaðarráðgevi til Marknaðardeildina

Vit sóknast eftir einum marknaðarráðgeva til Marknaðardeildina, ið hevur ábyrgd av branding, marknaðarføring og samskifti í samtakinum, bæði í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi.

 

 


Starvið

Starvsøkini hjá deildini eru m.a.:

 

·       Menning og íverksetan av marknaðarføringini av samtakinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi

·       Dagføring og áhaldandi menning av heimasíðum

·       Luttøka í verkætlanum, ið stuðla undir branding av samtakinum

·       Umsiting av stuðulsavtalum

·       Sosialir miðlar

·       Samskipan og íverksetan av samskiftinum í samtakinum

·       Menning av marknaðarføring av nýggjum tænastum

·       Aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Sum marknaðarráðgevi fert tú at arbeiða við fleiri av hesum økjum.

 

Førleikakrøv

Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og royndir við marknaðarføring og samskifti. Tú dugir væl at skriva lættan og greiðan tekst, og tú ert stinn/ur í føroyskum og donskum máli.

 

Persónligu eginleikar tínir eru m.a. opinleiki, framsøkni og málsøkni. Tú hevur góð samskiftisevni og sjálvstøðugt arbeiðslag, eins og tú megnar at hava greiði á fleiri uppgávum í senn.

 

Vit bjóða

Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum góðum, nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett sum skjótast og er tíðaravmarkað í uml. 1 ár.

 

Umsókn

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Turið F. Arge, rakstrarstjóra, á telefon 330 678 ella á tfa(at)banknordik.fo.

 

Skrivlig umsókn saman við avritum av lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum skal sendast hr(at)banknordik.fo.

 

 

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 21. februar 2018.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.