Leita á in.fo

 11.10.2018 (09:25)

Maskinførari til Eysturoynna

Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi maskinførara til Eysturoynna at byrja skjótast gjørligt.

 

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
- viðlíkahald av landsvegum 

- vetrarhald
- aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Førleikakrøv
Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.

 

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.

 

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, fakliga dugnalig/-ur og vælskipað/-ur. 

Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt og ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum. 

 

Setanarviðurskifti 
Starvið er tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Í sambandi við vetrarhald og kavarudding kann roknast við nakað av úrtíðararbeiði. Tá er vanligt, at arbeiðsdagurin byrjar kl. 05:00 á morgni á Lambareiði. 

 

Umsókn

Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi 23. oktober 2018.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árna Jacobsen, økisleiðara, á tlf. 290 920 ella teldupost: arja(at)lv.fo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her


hava deilt hesa grein.