fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

 19.04.2017 (10:26)

MASKINFÓLK TIL P/F VARÐIN PELAGIC Á TVØROYRI

Á teknisku deild er starv sum maskinfólk leyst at søkja til byrjan skjótast gjørligt.

 

Av tí at eitt av okkara maskinfólkum hevur tikið av nýggjum avbjóðingum, leita vit eftir nýggjum maskinfólki.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um viðlíkahald, umvæling og optimering av tekniskari útgerð á virkinum.

 

Førleikakrøv

Til starvið krevst í minsta lagi útbúgving sum maskinsmiður.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur, støðug/ur, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tvørfagligum toymum. Eisini hevur tú ein jaligan hugburð til uppgávurnar og viðvirkar til gott samstarv við starvsfelagar.

 

Setanarviðurskifti

Maskinfólkið starvast í vaktum á 12 tímar, skiftivís á dagvakt og náttarvakt. Starvið er tímalønt og verður sett eftir sáttmála við Føroya Handverkarafelag.

 

Av praktiskum áðum, so skal tann, ið settur verður, annahvørt búgva fast í Suðuroy ella vera sinnaður at flyta til Suðuroy.

 

Umsókn

Umsókn við avritum av prógvum, CV og møguligum viðmælum verða send í telduposti til frodi(at)vardinpelagic.fo

ella sum vanligt bræv til:

 

Varðin Pelagic,

Havnarlagið 11,

Postrúm 68, 800

Tvøroyri,

att.: Fróði Petersen.

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 15. mai 2017 kl. 16.00.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Nærri upplýsingar um starvið

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fróða Petersen, tekniska leiðara á tlf. 29 17 80 ella frodi(at)vardinpelagic.fo

hava deilt hesa grein.